Stovnandi aðalfundur hevur í kvøld verið í Kunnigarstovuni í Nólsoy, har nýggj ovastevnunevnd var vald.
Fundurin gjørdi fyrst av at velja Hilmar Joensen til orðstýrara, og síðani var eitt breitt kjak um, hvat ovastevnan átti at verða frameftir.
Fleiri góð hugskot vóru á lofti, millum annað tað, at illa lýdda hegnið ikki skudi avhegna stevnuna aftur. Fleiri luttóku eisini í kjakinum, sum í stóran mun snúði seg um, hvussu stevnan frameftir skuldi skipast.
So kom stundin, tá nýggj nevnd skuldi veljast, og eftir at tað við strev fingust fimm nøvn á listan, bar kortini til at fáa níggju at stilla upp.
Síðani fór valið fram, og tað vísti fylgjandi úrslit:
Leif Hansen 23 atkvøður
Ann-Mari av Skarði 22 "
Tjóðhild Patursson 15 "
Jan Hansen 11 "
Bjørg Anfinnsdóttir Toftegaard 8 "
Sum eykalimir vórðu vald Karlot Hergeirsson og Heidi Pedersen.
Nevndin skipar seg sjálv. Leif Hansen og Ann-Mari av Skarði sita í tvey ár, hini trý í eitt ár.