Heðin D. Poulsen, løgfrøðingur
Í november í fjør gjørdi Føroya Pedagogfelag alment vart við sína ónøgd, tí landsstýrismaðurin bar uppskot í Løgtingið, uttan at felagið hevði verið við at tilevna uppskotið. Víst var á, at uppskotið hevði avleiðingar fyri økið hjá felagnum, og tá átti felagið at luttikið í lógararbeiðinum.
Uppskotið varð samtykt, men landsstýrismaðurin skapti sær óneyðugar óvinir.
Tá uppskotið um lóg um trygd á sjónum varð lagt fyri Løgtingið í 2001, var hetta úrslit av samstarvi millum fleiri partar. Sambært samgonguskjalinum skuldi skipaeftirlitið yvirtakast og í hesum sambandi skuldi lóg gerast. Arbeiðssetningur orðaði uppgávuna og ásetti at nevnd umboðandi partarnar, ið høvdu tilknýti til málsøkið, skuldi setast. Nevndin lat úr hondum bókina Trygd á Sjónum, sum lýsti hvussu uppgávan kundi loysast; og meðan restin av samgonguni bardist við fullveldi, varð skipaeftirlitið yvirtikið, og løgtingslóg samtykt.
Hevði politiski myndugleikin valt ikki at seta eina nevnd, kann hugsast, at úrslitið møguliga hevði fingið somu lagnu sum fullveldið.
Landsstýrið hevur tað útinnandi valdið, og sjálvt um Løgtingið hevur tað lóggevandi valdið, so er tað í allarflestu førum landsstýrið, ið tilevnar lógaruppskotini. Tað er sostatt ein lítil skari av embætisfólki, sum skriva allar landsins lógir. Tískil kundi hugsast, at tað hevði verið ein kærkomin fyrimunir fyri hesar lógarsmiðir at fingið ókeypis ráðgeving frá aktørum á økinum, so sum pedagofelagnum í omanfyrinevnda føri.
Fyriuttan ókeypis ráðgeving og glaðar borgarar, so eru tað borgararnir, ið geva eini lóg legitimitet. Heldur borgari hánt um eina lóg, og missir virðing fyri henni, fer hann at finna hol ella bróta lógina. Sjálvt um lógir flest hava sanktiónir (tann, ið brýtur lógina, fær t.d. bót ella missir loyvi), so er ætlanin ikki, at sanktiónir skulu noyða stórar skarar av fólki at makka rætt. Sanktiónir eru fyri at fáa tey síðstu tungu við.
Ein lóg missir legitimitetin, um borgarar í stórum tali venda lógini bakið; einkult men lýsandi dømi um áseting, ið misti legitimitet, var avgerðin broyta ferðsluna rundan um springvatnið í Gongugøtini í Tórshavn. Í langa tíð var loyvt at koyra runt um springvatnið, sum var springvatnið ein rundkoyring. Knappuliga, uttan ávaring, kunning ella hoyring, avgjørdi onkur myndugleiki at seta forboð. Bilar, sum komu omaneftir gongugøtuni, skuldu nú fara til høgru oman Sverrisgøtu og teir sum komu oman Sverrisgøtu, máttu nú til vinstru oman gongugøtuna. Úrslitið er einfalt, borgarin fekk hvørki eyga á tær nýggju hvítu strikurnar ella tað skilagóða í at avmarka ferðsluna. Tí velja fólkdagliga at bróta lógina og harvið ikki geva ásetingini legetimitet.
Tað kann vera skilagott at taka onnur uppá ráð, tá lóg verður skrivað. Áhugabólkar og partar, sum lóg viðkemur, kunnu við teirra vitan og royndum gera lógirnar betri. Harafturat gerast borgarar, ið hava havt ávirkan, loyalir móti lógaruppskotum, tá tað seinni gerst galdandi lóg.
Heðin dp