HM UNDANKAPPING
Ísrael fekk stig við úr París, og Aserbadjan, sum á altjóða styrkislistanum ikki er so langt frá Føroyum, megnaði á heimavølli 1-1 ímóti Wales. Burtursæð frá hesum góðu úrslitunum hjá teimum smáu ímóti teimum stóru, so skarst tað leygardagin einki serligt hjá smæstu europeisku fótbóltstjóðunum. Heldur ikki hjá teimum størstu gekk tað so ógvuliga væl. Flestu teirra, sum seinastu hálvu øldina hava vunnið EM og HM, megnaðu ikki at fáa fult hesa ferð. Hetta var galdandi fyri Danmark, Frakland, Ongland og ikki minst Grikkaland, sum einki stig fekk í fyrsta kappingardystinum, eftir at teir í summar vunnu EM endaspælið. Holland var ikki í eldinum, og Týskland skal ikki spæla undankapping. Sum vertir eru teir sjálvskrivaðir í endaspælinum um tvey ár.
Føroyska 6-0 tapið í Sveis var ikki tað størsta av øllum. Svøríki var á Malta, og sviar vístu onga náði. Úrslitið var sannførandi 7-0 sigur til Svøríki. Serliga var tað Zlatan Ibrahimovic, sum spískaði seg. Hann skoraði trý mál í 1. hálvleiki og fýra íalt.
Tvær ferðir var Allan Simonsen við føroyska landsliðnum í Estlani. Í fyrra førinum var talan um vinardyst, sum Føroyar vunnu 2-0. Í seinna førinum var talan um undankappingardyst, og tá vunnu estlendingar 5-0. Hesa ferð var Allan Simonsen við Luksemborg í Tallinn, og har vann heimaliðið 4-0.
Í okkara bólki hevði Írland vitjan av Kypros, sum varð sent til hús við 3-0 tapi. San Marino hevði vitjan av Serbia/Montenegro, og har vann tann størri eisini 3-0 á tí minna. Andorra vitjaði í Finnlandi, sum eisini vann 3-0. Liktinstein skal ikki í eldin fyrrenn í annaðkvøld, tá ið teir skulu spæla ímóti Slovakia.
Vónbrot í Íslandi
Grannarnir fyri vestan høvdu undan vitjanini av Bulgaria góðar vónir, eftir at teir høvdu vunnið vinardyst ímóti Italia. Gamli stórspælarin hjá Bulgaria, Hristo Stoitchkov, er nýggjur landsliðsvenjari, og hann legði bragdliga fyri. Bulgaria vann 3-1. Einasta íslendska málið skoraði Eidur Gudjohnssen, tá ið hann tíðliga í 2. hálvleiki við brotssparki minkaði um munin til 2-1. Síðstu sjey minuttirnar vóru bara tíggju íslendingar á vøllinum, tí Bjørn Gunnarsson tvær ferðir hevði fingið gula kortið.
Noreg legði bragdliga fyri á útivølli í Italia. John Carew, sum áður hevur spælt í Roma, legði í fyrsta minutti Noreg á odda. FCK spælarin Magne Hoseth átti uppleggið. Men Italia skoraði tvey mál og tryggjaði sær harvið øll stigini.
Tað eydnaðist ikki Danmark at fáa fult á heimavølli ímóti Hvítarusslandi. Danir løgdu fyri í eyðkenda skjóta og sannførandi stílinum. Martin Jørgensen skoraði beinanvegin, og so var lagt upp til sannførandi heimasigur. Sum so mangan áður so megnaðu danir bara at halda guvuni í ein hálvleik. Hvítarussland javnaði eftir deyðbólt tíðliga í 2. hálvleiki, og um teir høvdu verið heilt hepnir, so høvdu teir fingið øll stigini. Men tað hevði verið ov mikið, tí Danmark hevði bóltin kanska 80 prosent av tíðini, og heimaliðið hevði flestu møguleikarnar.
Fyrsti venjarin hevur longu lagt frá sær í nýggju HM undankappingini. Tað er russiski venjarin, sum var vónbrotin eftir 1-1 á heimavølli ímóti Slovakia. Fyri russararnar var tað stórt vónbrot, at Slovakia javnaði minni enn tríggjar minuttir undan leikloki. Tá ið støðan var 1-0, misnýtti Russland brotsspark. Bjargingin hjá slovakiska málverjanum setti futt í hansara menn, sum altso javnaðu, og tað hevði við sær, at russiski venjarin legði frá sær, og at hjálparvenjarin tók ábyrgdina á seg.
Grikkar komu orduliga niður á jørðina, tá ið teir vitjaðu grannarnar fyri norðan og taptu 2-1. Albania legði seg beinanvegin framum 2-0, og hóast grikkar minkaðu um munin og høvdu allan 2. hálvleik at spæla seg til stig í, so miseydnaðist tað hjá teimum. Albania staðfesti, at teir avgjørt ikki skulu roknast millum smáu europeisku fótbóltstjóðirnar.