Tey sum arbeiða í miðbýnym í Havn missa nú fleiri parkeringspláss

Men tað verður betri hjá teimum, sum fara til handils

Á Skálatrøð kunnu bileigarar parkera í átta tímar, men nú verður tað partvíst broytt

Tórshavnar Býráð hevur nú gjørt at skerja møguleikarnar hjá teimum, sum arbeiða í miðbýnum í Havn, at sleppa av við bilin. Hinvegin verður tað lættari hjá teimum, sum bara fara oman í býin til handils, ella eini onnur ørindi.

 

Parkeringviðurskiftini er ein stórur trupulleiki í miðbýnum í Havn, men har er so eitt stórt parkeringspláss til langtíðarparkering, og tað er parkeringsplássið á Skálatrøð, har bilar kunnu standa allan dagin.

 

Men hetta hevur býráðið nú gjørt av at broyta og í hesum sambandi verða 24 parkeringspláss á Skálatrøð nú ikki longur til langtíðarparkering.

 

##med2##

 

Býráðið sigur at fyri at bøta um parkeringsmøguleikarnar hjá teimum, sum bara fara eini oman í býin eini ørindi, verða 24 parkeringspláss nú løgd um til at verða tíðaravmarkað í tveir tímar. Tey halda, at hetta bøtir um møguleikan hjá teimum, sum fara eitt ørindi, kanska til handils, á matstovu, í bátin, ella hvat tað skal vera.

 

Men afturfyri missa tey, sum arbeiða í miðbýnum so hesi 24 parkeringsplássini. Arbeiðið er ikki liðugt enn, men tað verður tað í næstum.

 

Á Skálatrøð kunnu bileigarar parkera í átta tímar, men nú verður tað partvíst broytt

Tað er hesin parturin á Skálatrøð, sum nú verður lagdur um til stutttíðarparkering