UMMÆLI
Vit kenna øll støðuna. Vit sita í bussinum. Vilja kanska helst sita í frið og náðum. Men so kemur onkur, sum byrjar at práta. Sigur sína meining um, hvussu ótrúliga langt úti tað heila er. Hví eingin ger okkurt við tað. Politikararnir um ikki annað. Ella onkur annar. Bara onkur...
Í hesum døgum spælir Bárður Persson sjónleikin »Náttin áðrenn skógin«. Og lat tað vera sagt beinanvegin. Leikurin er ein uppliving!
Tað vildi bæði verið ov torført og hevði oyðilagt eina góða sjónleikauppliving, um vit fóru ov nógv út í æsir við sjálvari søgugongdini í hesum ummælinum. Leikurin er nevniliga næstan líka ørligur sum høvuðspersónurin. Orðini floyma úr bæði vitskuni og dulvitskuni á høvuðspersóninum.
Bárður Perssson dugir nevniliga væl at vera hesin ótrúliga strævni, keðiligi og ótiltalandi maðurin, ið er óður inn á so nógv og móður av øllum, og sum ikki stóð so frammarlaga í raðnum, tá fólkaeydna og situatiónsfernemmilsi vórðu býtt út. Høvuðspersónurin finst at øllum, sum eru í parti við hinum, líkasum øll hini, sum hann sjálvur sigur tað.
Óvæntaðar kulissur og statistar
Hóast »Náttin áðrenn skógin« varð skrivaður longu fyri góðum 30 árum síðani, havi eg latið mær fortalt, at hetta er fyrstu ferð, at hann verður framførdur í einum bussi. Og tað má sigast at vera væl funnið uppá.
Áskoðararnir standa og bíða í Steinatúni, har tey fara upp í ein reyðan býbuss. Og so byrjar ein ferð inn í eitt viðkvæmt sinni, inn i ein fleirdimensionellan sjónleik og inn í eina øðrvísi uppliving av Havnini.
Heitið »tjóðpallur« fær ein nýggjan týdning, tá tey ymsu støðini í høvuðsstaðnum verða brúkt sum umhvørvi ella kulissur, og tað er stuttligt, tá fleiri kendar havnarmyndir, sum neyvan hava verið ætlaðar í handritinum, síggjast gjøgnum bussvindeygað. Ja, fólk høvdu hug at flenna, tá ein kendur handilsmaður sjálvt premiurukvøldið stóð úti á gøtuni og stoypti trappu, meðan bussurin bíðaði eftir grønum ljósi, ella tá ein kendur lesarabrævskribentur og fyrrverandi gøtusópari heilar tvær ferðir rann framvið bussinum og av tilvild bleiv statistur. Men eisini kropsmálið og eygnabráini, sum høvuðsleikarin sendi ymiskum støðum og bygningum í Havnini kundu siga sítt sum tigandi samfelagsviðmerkingar.
Havnin fekk eina nýggja dimensión. Og tað fekk sjónleikurin eisini. Ikki bara hesin sjónleikurin, men sjálv leiklistin, ið Bárður Persson og hansara fólk eksperimentera við í hesum verkinum.
Stílir og nuansur í málinum
Tað lætta talumálið, ið Bárður Persson sum týðari sjálvur hevur megnað og torað at funnið at skapt í umsetingini, elva fram ein stíl og eitt lag í føroyska málinum, ið sjáldan fær innivist í skriftmálinum ella tí almenna rúminum sum heild. Nuansurnar í tí føroyska málinum, ella teimum føroysku málunum, sum handritið fær fram, ger, at áskoðararnir verða drignir inn í heimin hjá høvuðspersóninum - hesum einsamalla fremmandarbeiðararnum, sum er so einsamallur í tí stóru fjøldini.
Tí sjálvt í kollektivari ferðslu er einsemi og stillstandur.
Tað er syrgiligt. Tað er stórbýarveruleiki. Men tað er eisini stuttligt, frekt og fúlt, tá tað er framført av Bárði Persson og leikstórnað av Hans Tórgarð.
Fyri øll
Orðið bussur kemur av orðinum omnibus, ið merkir »fyri øll«.
»Náttin eftir skógin« kann erta onkran, men leikurin er fyri øll, tí evnið er alment og menniskjasligt, og leikritið krevur ikki tær stóru tillagingarnar, alt eftir hvar hann verður spældur.
Tí hevði tað kanska verið eitt hugskot, um Tjóðpallurin fór kring landið við hesum leikinum, hóast mentanirnar og farleiðirnar kring okkara lítla oyggjaland kunnu vera ymiskar. Leikurin verður jú spældur í einum bussi. Tó skulu ruturnar hóska til replikkir og handrit annars, og tað er ótrúligt, at leikarin, busssjaufførurin (Óli G. Samuelsen) og leikstjórin hava fingið alt at hóskað saman – tað kann neyvan vera lætt at spæla einmansleik í einum býbussi.
Men sum sagt áttu øll at sæð hendan leikin.
Vit hava jú øll roynt tað. Hendan mannin, ið byrjar at tosa í bussinum, og prikar hol á alt tað, tú ikki væntar, ber til at gera í millum fólk. Spurningurin er, hvat vit gera við hendan mannin. Tí sum hann sjálvur sigur, so eru øll í hinum partinum, líka sum øll hini.
Takk fyri, Bárður Persson.
Tað er kanska eitt stórt orð at brúka, men avrikið er framúrskarandi.
-- -- -- -- -- -- -- -
MYNDATEKSTUR:
Bárður Persson kemur sera væl frá einmansleikinum, hann spælir í hesum døgum. Leikurin fer fram í einum býbussi, sum koyrir runt í Havnini.
Mynd: Sunva Lassen