Incest
- Incest ella kynsligur ágangur móti børnum, er ein stórur trupulleiki í Føroyum.
Samfelagið er lítið, og nógv vita, hvat hendir kring um í heimunum og aðrastaðni, har slíkur ágangur fer fram. Tey, sum arbeiða við incest, vita tað. Vilja vit ikki viðganga, at hetta er ein stórur trupulleiki, lúgva vit fyri okkum sjálvum.
So avgjørdur er Hans Eiler Hammer, formaður í hjálparfelagsskapinum KRIS, sum nú hevur fingið egna skrivstovu í hølunum hjá arbeiðarafelagnum Hæddini í Saltangará.
Snild sum slangur
Hann heldur ikki, at trupulleikin í Føroyum er vorðin minni, hóast vit eru farin at tosa meira opið um evnið.
- Eg vil ikki siga, at ágangurin móti børnum er minkaður. Tey, sum fremja incest, eru snild sum slangan, og tað skal ikki nógv rásarúm til, fyrr enn børn kunnu verða útsett fyri hesum ágangi, sigur Hans Eiler.
Hann vísir á, at í øðrum londum verður sagt, at eini 10% av fólkinum hava verið fyri insest og heldur ikki, at talið er minni í Føroyum, hóast vit eingi ítøkilig hagtøl hava.
- Tað eru jú eisini fólk, sum nú eru vaksin, ið hava verið fyri hesum ágangi, og tí verður talið so stórt, eisini her hjá okkum.
Spurdur, hvat KRIS metir sum incest, sigur Hans Eiler, at nógvar definitiónir eru í hesum sambandi, men hjálparfelagsskapurin er av teirri áskoðan, at incest er meira enn kynslig samvera millum børn og vaksin.
- Vit definera incest sum allan kynsligan ágang, ið kann skaða børnini. Tey kunnu verða tvingaði at síggja vaksin vísa seg nakin, síggja vaksin vera saman kynsliga ella síggja pornofilmar.
Formaðurin í KRIS sigur, at felagsskapurin fer avgjørt ikki at ?dempa? definitiónina uppá incest.
- Nakað annað er so tann parturin, ið rættarskipanin metir sum incest, tá ið mál koma til skarpskeringar, leggur hann aftrat.
Fegin um hølini
Hans Eiler Hammer sigur, at tey eru sera fegin um hølini, felagsskapurin nú leigar frá Hæddini.
Spurdur, hví KRIS júst hevur valt Saltangará, sigur hann:
- Vit hava alla tíðina ætlað okkum inn á meginøkið við skrivstovuni. At fáa hølir til leigu í Havn, er bæði torført og kostnaðarmikið. Vit halda, at Runavíkarøkið liggur væl fyri, tí komandi er úr stórum parti av landinum, og her er nógv ferðsla og nógv virksemi í økinum.
Hans Eiler sigur, at hølini, sum eru í syðra enda á bygninginum, eru ikki stór, einar 15-20 fermetrar, men tey eru væl egnaði til endamálið við egnari inngongd og wc.
- Vit skulu bara hava okkara skrivstovuútgerð inn umframt eina sofu, so fólk kunnu støkka inn á gólvið til prát. Vit fara bæði at ráðgeva offrum og avvarðandi, eins og vit fara at røkja tey sambond haðani, sum vit hava við stovnar, skúlar, barnaverndir og onnur.
Telefonnummarið hjá KRIS í Saltangará er 448181.
Tvey ár á baki
Hjálparfelagsskapurin KRIS hevur stívliga tvey ár á baki.
Felagið, sum er stovnað, 15. september 2000, hevur eina 5-mannanevnd við tveimum eykalimum. Hesi umboða flestu partar av landinum. Formaðurin verður valdur fyri tvey ár í senn, og til várs verður aftur aðalfundur.
Upplýsingar-og fyribyrgingarvirksemi er tó eldri enn tvey ár.
- Tað eru trý ár, síðan vit settu ljóskastaran á hesi viðurskifti, ið eru
børnunum og teimum, ið hava verið fyri incest, til bága.
KRIS hevur skipað fyri fleiri skeiðum og veitt ráðgeving kring landið, har stovnar, skúlar, barnaverndir, samkomur, incestoffur og avvarðandi hava verið við. Felagsskapurin hevur eisini vitjað úti á skúlum.
Nú í vikuskiftinum heldur KRIS skeið á Tvøroyri.
- Vit uppreklamera ikki okkara arbeiði, men arbeiða í tí stilla. Tað halda vit, tænir sakini best, sigur Hans Eiler Hammer, formaður í hjálparfelagsskapinum KRIS.