Tey tilnevndu: Ársins áleyparar 2021

Tað er væl deilt millum feløgini í tilnevningunum til ársins áleypara

Hóskvøldið 9. desembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2021, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2021 verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.

 

Her á In.fo fara vit í dag at kunngera tey tilnevndu. Vit eru nú komin til ársins áleypara. Hjá kvinnum inniheldur áleypari eisini framrættaðir miðvallarar og vengur.

 

Tær tilnevndu til ársins áleypara eru:

 

Heidi Sevdal, NSÍ

 

Hervør Hansdóttir Olsen, KÍ

 

Lea Lisberg, EB/S/Skála

 

Teir tilnevndu til ársins áleypara hjá monnum:

 

Klæmint A. Olsen, NSÍ

 

Mikkel Dahl, HB

 

Páll A. Klettskarð, KÍ