Tey tilnevndu: Ársins dómarar 2021

Her eru teir tilnevndu til ársins dómara fyri farna kappingarár

Hóskvøldið 9. desembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2021, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2021 verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.

Her á In.fo fara vit í dag at kunngera tey tilnevndu. Vit eru nú komin til ársins dómarar.

Tey tilnevndu til ársins dómara hjá kvinnum eru:

Áki L. Hansen

Heini Z. Viðoy

Høgni Madsen

Teir tilnevndu til ársins dómara hjá monnum eru:

Alex Troleis

Eiler Rasmussen

Petur Reinert