Hóskvøldið 7. desembur verður Fótbóltsgalla 2023, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Tað verður á Hotel Brandan klokkan 20. Sendingin verður beinleiðis á FM1.
Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. Tey tilnevndu til ársins miðvallarar eru:
Ársins miðvallari:
Eyðvør Klakstein (KÍ)
Sára Samson Lamhauge (NSÍ)
Sunneva Willemoes (HB)
Ársins miðvallari: (íroknað vengur)
Árni Frederiksberg (KÍ)
Jákup B. Andreasen (KÍ)
Sølvi Vatnhamar (Víkingur)