Tey tilnevndu: Ársins spælari 2021

Her eru tilnevningarnar til ársins spælari 2021 hjá kvinnum og monnum

Hóskvøldið 9. desembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2021, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2021 verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.

 

Her á In.fo fara vit í dag at kunngera tey tilnevndu. Nú eru vit komin til ársins spælara, ið er størsti einstaklinga heiðurin, sum tú kanst fáa í føroyskum fótbólti.

 

Tær tilnevndu til ársins spælari hjá kvinnum eru:

 

Heidi Sevdal, NSÍ

 

Lea Lisberg, EB/S/Streym

 

Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur

 

Teir tilnevndu til ársins spælari hjá monnum eru:

 

Árni Frederiksberg, KÍ

 

Mikkel Dahl, HB

 

Odmar Færø, KÍ