Tey tilnevndu: Ársins ungi spælari 2021

Í hesum bólkinum er talan um nakrar av evnaríkastu spælarunum í føroyskum fótbólti

Hóskvøldið 9. desembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2021, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2021 verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.

 

Her á In.fo fara vit í dag at kunngera tey tilnevndu. Vit eru nú komin til ársins ungi spælari. Hjá kvinnum er talan um spælari við U19-aldri, og hjá monnum er talan um U21-aldur.

 

Tær tilnevndu til ársins ungi spælari hjá kvinnum (U19):

 

Maria V. Johansen, NSÍ

 

Rakul Sørensen, Víkingur

 

Sunniva Willemoes, HB

 

Teir tilnevndu til ársins ungi spælari hjá monnum (U21):

 

Andrass Johansen, B36

 

Geza David Turi, Víkingur

 

Jacob Trenskow, NSÍ