Tey tilnevndu: Ársins verjuspælarar 2021

KÍ eigur allar teir tilnevndu hjá monnum

Hóskvøldið 9. desembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2021, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2021 verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.

 

Her á In.fo fara vit í dag at kunngera tey tilnevndu. Í verjuni er ongin ivi um, at KÍ eigur nakrar av bestu verjuspælararnar í landinum. KÍ eigur fimm av teimum seks tilnevndu. Einasta frávikið er Rakul Magnussen úr EB/S/Skála.

 

Tær tilnevndu til ársins verjuspælari eru:

 

Birita Ryan, KÍ

 

Durita Hummeland, KÍ

 

Rakul Magnussen, EB/S/Skála

 

Teir tilnevndu til ársins verjuspælari hjá monnum:

 

Heini Vatnsdal, KÍ

 

Jóannes K. Danielsen, KÍ

 

Odmar Færø, KÍ