Tey ungu fáa sín leiðara

SUNDALAGIÐ: 1. oktober er ætlanin at tann nýggi ungdómsleiðarin í Sunda kommunu skal fara til verka.

Kommunan hevur sett á stovn eitt ungdómshús, og nú verður lýst eftir leiðara til hetta húsið. Ætlanin er, at ungdómshúsið skal halda til í tí bygninginum, sum tey lokalu kenna sum "Gamla Garnahúsið".

Starvið er sett at verða 12 tímar um vikuna, og verður ynskt at leiðarin hevur viðkomandi útbúgving, góð samstarvsevni og hevur bæði hugo g hegni at skapa góðar karmar um tey ungu. Umframt hetta skal viðkomandi royndir við ungdómsarbeiði.

Hevur onkur hug at søkja hetta starvið, so má berast skjótt at, tí umsóknarfreistin er í roynd og veru úti í dag.