Tey ungu fara at drekka meiri

Í Danmark eru serfrøðingar harmir um eina semju millum stjórnina og Framburðsflokkin, sum ber í sær, at tað verður bíligari hjá dønum at keypa rúsdrekka og sigarettir.

-Fólk og serliga tey ungu fara at drekka meiri, og tey, sum stríðast við at leggja av at roykja, fara ikki at vera so íðin longur.

Tað er niðurstøðan hjá fakfólki í Danmark, eftir at stjórnarflokkarnir og Framburðsflokkurin hava gjørt av at lækka almennu avgjøldini á rúsdrekka og sigarettum. Tað var Framburðsflokkurin, sum kravdi lækkingina sum eina treyt fyri at taka undir við fíggjarlógini næsta ár. Broytingarnar koma í gildi 1. oktober næsta ár.

Eftir semjuni fellur prísurin á einum sigarettpakka fýra krónur, og ein fløska av rúsdrekka, sum tekur 70 sentilitrar, verður heilar 43,75 krónur bíligari enn í dag. Í føroyskum høpi ljóðar tað kanska ikki av so nógvum, men tá havt verður í huga, at tað ber til at keypa eina fløsku av Akvavit ella Vodka í donskum matvøruhandlum fyri einar 120 krónur, siga tølini nakað annað.


Harmilig avgerð

Barnalæknin Vibeke Manniche hevur fleiri ferðir víst á í fjølmiðlunum, at danskir ungdómar og donsk børn hava metið, tá tað snýr seg um at drekka rúsdrekka. Tað er als ikki óvanligt, at børn í sjeynda og áttanda flokki nýta rúsdrekka, sigur læknin, og hon ber ótta fyri, at tann samtykta príslækkingin fer at gera støðuna uppaftur verri.

Í Heilsustýrinum í Keypmannahavn sigur serráðgevin Kit Broholm, at avgerðin hjá politiska meirilutanum er harmilig.

-Vit vita, at tey ungu nýta meiri og meiri av tí sterka slagnum. At rúsdrekka nú verður uppaftur bíligari, fer at gera tað lættari hjá teimum ungu at fáa fatur á tí, og tað slepst ikki undan, at hetta fær heilsuligar avleiðingar, sigur Kit Broholm.

Í danska felagnum ímóti krabbameini eru tey heldur ikki fegin um avgerðina av lækka avgjaldið á sigaretum. Anne Rahbek Thomassen, sum er lækni hjá felagnum, sigur avgerðina vera sera hamriliga.

-Tað er ófatiligt, at stjórnin fyrst samtykkir eina heilsuætlan, sum skal tálma avleiðingunum av royking, og at stjórnin síðani ger av at lækka avgjøldini, so fólk fara at roykja meiri, sigur læknin hjá krabbameinsfelagnum.


Broytir einki

Endamálið hjá Framburðsflokkinum við at lækka avgjøldini á rúsdrekka og sigarettum er at tálma tí sokallaða marknahandlinum. Her verður hugsað um tey, sum regluliga fara suður um danska markið til Týsklands at keypa rúsdrekka, øl og sigarettir, tí hesar vørurnar eru væl bíligari har. Hugsanin hjá Framburðsflokkinum er, at verða vørurnar bíligari í Danmark, fara fólk at keypa tær í teimum donsku handlunum ístaðin fyri at fara suðureftir.

Men fakfólk ávara um, at marknahandilin hevur lítið og einki við rúsdrekkanýtsluna hjá teimum ungu og børnunum at gera, tí tað eru ikki hesi, sum fara um týska markið at keypa.



Mynd

Modelmynd