Tey ungu skylda pengar

Tey seinastu árini er tað vorðið altsamt lættari at læna pengar ella at keypa upp á borg, og nú vísa hagtøl í Danmark, at nógv ung hava ilt við at gjalda tað, sum tey hava lænt ella keypt.

 Fyritøkan RKI, sum skrásetir vánaligar gjaldarar í Danmark, sigur, at tey hava skrásett næstan 6.000 ungfólk millum 18 og 20 ár, tí tey megna ikki at gjalda tað, sum tey skylda. Hagtølini vísa eisini, at talið á ungfólki, sum hava trupulleikar við skuld, veksur í hvørjum.