Tey ungu spíla seg út

Norðdepil: Leygardagin 26. november verður tann vælumtókti marknaðardagurin aftur í Skúlanum á Fossánesi.

Tað eru 5. og 6. flokkarnir, ið skipa fyri. Endamálið er at savna pening inn til námsferð á vári 2013.

Fimleikarhøllin verður býtt upp í básar, sum einstaklingar og fyritøkur kunnu leiga seg inn á. Eisini er loppumarknaður, tombola, hugnalig jólacafé og ymiskt fyri børnini.

Tiltakið plagar at vera væl undirtikið. Og soleiðis verður helst eisini hesaferð.