Tey ungu vilja hava fría fosturtøku í Føroyum

Ein kvinna skal sjálv sleppa at avgera, um hon vil hava fosturtøku, ella ikki

Ein tepur meiriluti av hesum ungu á ungdómstinginum, vilja hava fría fosturtøku í Føroyum

Vit skulu hava fría fosturtøku í Føroyum.

 

Tað heldur ein meiriluti av teimum ungu í Føroyum.

 

Á ungdómstinginum hjá Føroya Løgtingi, sum var fyrr í vikuni, varð eisini uppskot um fría fosturtøku lagt fyri Løgtingið.

 

Og tað var samtykt. Men meirilutin var tepur, tí 14 atkvøddu fyri, 12 atkvøddu ímóti og fimm atkvøddu blankt.

 

Og hugurin hjá limunum í Ungdómstinginum at kjakast um hendan spurningin, var so mikið stórur, at løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, mátti avmarka orðaskiftið fyri at tíðarætlanin ikki skuldi fara heilt á glið.

 

Í sambandi við viðgerðina kallaði Rættarnevndin hjá Ungdómstinginum, Katrina á Neystabø, aðalskrivara í Amnesty í Føroyum á fund at hoyra hennara meining um uppskotið.

 

Úrslitið varð, at Rættarnevndin býtti seg í tveir partar, har meirilutin mælti frá at samtykkja uppskotið um fría fosturtøku.

 

Tey halda, at kvinnan eigur at hava eitt frítt val. Men tey eru ósamd í, at fostrið er ein partur av mammuni, tvørturímóti er fostrið ein sjálvstøðug vera.

 

Tey halda, at øll kunnu vera samd um, at eitt menniskjalív hevur altíð eitt virði og tí halda tey ikki, at tað skal standa til kvinnuna at gera av, um eitt fostur hevur nóg stórt virði til at verða føtt, ella ikki.

 

Og tey tey tóku eisini kendu orðini til sín um, at at tú kanst meta, hvussu gott eitt samfelag er útfrá, hvussu tað fer við teimum veikastu og minstu - børnum.

 

- Tí kunnu vit ikki fara so lætt við lívi, men eiga at virða tað fyri tað dýrabarasta, sum tað er, halda tey, sum eru ímóti fríari fosturtøku.

 

Tey, sum eru fyri fríari fosturtøku halda, at tað skal standa til hvørja einstaka kvinnu um hon vil hava fosturtøku ella ikki og tí er tað ikki rætt at banna fríari fosturtøku.

 

Tey eru vís í, at fosturtøka verður ikki brúkt sum eitt slag av fyribyrging, tí tað eru aðrir, og betri møguleikar til fyribyrging, og tí halda tey ikki, at ein kvinna hevði vilja komið sær í eina støðu, har fosturtøka verður brúkt sum fyribyrging.

 

 

Les eisini: Vilja hava fría fosturtøku í Føroyum

 

 

Onkur av teimum, sum tók orðið, helt, at fosturtøka skal bara fremjast í heilt serligum førum, eitt nú eftir neyðtøku, ella har tað stendur um lív.

 

- Persónliga frælsið eigur ikki at røkka til at taka lívi av einum fostri. Hetta snýr seg um samfelagið, og tað ófødda barnið hevur onga rødd. Samstundis eru tað ríkiligir møguleikar at geva børn burtur til ættleiðing.

 

Hinvegin hildu onnur, at eingin fer ígjøgnum eina fosturtøku til stuttleika.

- At hava fría fosturtøku er at taka ábyrgd av okkara egnu viðurskiftum. Tað er meiningsleyst, at landið skal leggja seg út í eitt so privat mál hjá fólki, halda tey.

 

- Tað er ræðandi, at vit enn í 2016, ikki vilja loyva kvinnum at ráða yvir sínum egna kroppi, men senda hana í onnur lond at fáa fosturtøku, leggja tey afturat.

 

Tey halda, at kvinnur, sum vilja hava forsturtøku, fáa tað. Og fáa tey tað ikki í Føroyum, fara tær bara til Danmarkar. Men tað eru bara kvinnur, sum eru væl fyri fíggjarliga, ið hava ráð til tað, halda limir í ungdómstinginum.

 

Niðanfyri eru fleiri myndir av Ungdómstinginum hjá Løgtinginum

 

 

Ein tepur meiriluti av hesum ungu á ungdómstinginum, vilja hava fría fosturtøku í Føroyum

Ein tepur meiriluti av hesum ungu á ungdómstinginum, vilja hava fría fosturtøku í Føroyum

Ein tepur meiriluti av hesum ungu á ungdómstinginum, vilja hava fría fosturtøku í Føroyum

Ein tepur meiriluti av hesum ungu á ungdómstinginum, vilja hava fría fosturtøku í Føroyum

Ein tepur meiriluti av hesum ungu á ungdómstinginum, vilja hava fría fosturtøku í Føroyum