Tey vóru púra ovfarin

Starvsfólkið á Boðanesheiminum hevur fingið óvæntaðan heiður fyri at vera virkin og vakin

Aftur í ár hevur Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar Býráði valt ársins átak. Og Tórshavnar býráð skrivar á heimasíðuni, at tað vóru starvsfólkini á Boðanesheiminum, sum fingu hendan heiðurin í ár.

 

Og tað vóru tey púra ovfarin av, sigur býráðið. Tey siga, at endamálið við at velja ársins átak er at vísa starvsfólkunum viðurkenning fyri teirra arbeiði, har tey mangan gera meiri enn tað, sum vit vænta og krevja av teimum.

 

Somuleiðis er endamálið at varpa ljós á nógvu góðu søgurnar í Heilsu- og umsorganartænastuni, men vit sjáldan hoyra nakað um.

Býráðið sigur at hesa ferð komu sjey uppskot um hvat hevur verið ársins átak hetta seinastu árið og dómsnevndin gjørdi av at heiðra starvsfólk á Boðanesheiminum fyri tí, tey skipaðu fyri tá ið Tórshavn Marathon var fyrr í summar.

 


Tey vóru virkin og vakin tá ið starvsfólk og húsfólk á Boðanesheiminum góvu rennarunum óvæntaðan stuðul á Tórshavnar Maraton, tá ið teir runnu fram við Boðanesheiminum.

 

– Starvsfólk og húsfólk vóru væl fyrireikað. Við floytum, fløggum, ballónum, góðum teppum og rópum, sótu og stóðu tey fram við vegnum og stuðlaðu hvørjum einstøkum   rennara, ið ovfarin og við stórum smíli, klappaði afturímóti.

Dómsnevndin heldur, at við hesum hava starvsfólkini, hegnisliga loftað einum stórum altjóða tiltaki í býnum og tey fingu eitt óvanligt samskifti í lag ímillum ítróttafólk og eldri fólk á røktarheimi.


 

Og fyri rennararnar gjørdist Tórshavn Marathon við eitt ein ógloymandi hending, sum nam við nøkur týdningarmikil virði um aldur og virkni, sigur býráðið.