Gulllaksur
Í ársritinum Sjóvarmál, sum Fiskirannsóknarstovan gevur út, er áhugaverd grein um gulllaks, sum tann ókendi fiskur hann er.
Og tó.
Gulllaksur kann vera ókendur á havinum, men í Leirvík hava tey kent og fingið nógv burtur úr hesum fiskaslagi gjøgnum fleiri ár. Sama er við teimum skipum, sum í vertíðini hava verið á hesi veiði.
Leiðirnar, har fiskurin verður veiddur, eru ikki ókendar eftir so mong ár, og í framleiðsluni hava tey duga væl at fingið lønandi vinnu burtur úr.
Áhugaverd grein
Í Sjóvarmál hava Eydna í Homrum, havlívfrøðingur og Lise H. Ofstad, fiskifrøðingur, áhugaverda grein um føroysku gulllaksaveiðina.
Tær siga, at føroyski fiskiskapurin eftir gulllaksi byrjaði í 1994. Hesa tíðina eru longd og aldur á fiskinum skrásett í sambandi við landingar. Men sum heild er vitanin um lívfrøðina hjá gulllaksi brotakend, sum tikið verður til.
- Fyri at bøta um hetta og lýsa lívfrøðina hjá gulllaksinum fór Fiskirannsóknarstovan í 2006 undir eina verkætlan, sum lutvíst er fíggjað av vinnuni. Í hesum tíðarskeiði er tilfar savnað um longd, vekt, kyn, búningarstig og aldur á fiskinum.
Tær báðar, sum hava skrivað frágreiðingina í Sjóvarmál, siga, at hetta eru týðandi parametrar til at lýsa lívfrøðina hjá gulllaksinum, og hópur av tilfari er savnað síðan 2006.
- Stórur dentur hevur eisini verið lagdur á at kanna, hvussu búgvið rogn og sil er hjá gulllaksi í ymsum støddum. Eisini eru kanningar gjørdar av maganum, og hesar vísa millum annað, hvar gulllaksur er í føðiketuni.
Eydna og Lise siga, at bæði miðallongd og miðalaldur á gulllaksi eru minkað síðan 1994.
- Hetta er ikki óvanligt, tá ein stovnur fyrstu ferð verður fiskaður. Men í verandi støðu vita vit ikki, um hetta er allur sannleikin. Lækkandi miðalaldur kann nevniliga eisini vera ábending um, at trýstið á stovnin er ov ógvusligt.
Tær siga seg vóna, at samlaða tilfarið bæði frá landingum og kanningum hjá Fiskirannsóknarstovuni fer at gera tað møguligt at meta um støðuna hjá føroyska gulllaksastovninum.
- Sum meginregla kann sigast, at fiskasløg, sum veksa seint, eiga ikki at verða hart troytt. Gulllaksur kynsbúnast, tá hann er 6-8 ára gamal, og verður stovnurin ógvusliga fiskaður, er vandi fyri, at stórur partur av stovninum verður undir kynsbúningaraldur, sigua Eydna og Lise.
Hvør er fiskurin?
Í frágreiðingini í Sjóvarmál siga tær, at gulllaksur livir niðri móti botninum á kantunum av føroyska landgrunninum og bankunum.
- Fiskurin savnast í stórum torvum á 200-500 metra dýpi. Jú, størri fiskurin er, tess longri niður í dýpið fer hann.
Gulllaksur etur djór, sum liva við havbotnin – fyri tað mesta størri djóraæti, men eisini smáar fiskar sum eitt nú silvurøks.
- Fiskurin veksur seint og verður lutfalsliga gamal. Størstu gulllaksarnir, sum eru skrásettir á Fiskirannsóknarstovuni, eru 53 cm. og viga umleið 1,3 kilo. Hesir eru í minsta lagi 20 ára gamlir, og elstu gulllaksarnir eru 29 ár.
Eydna og Lise eru eisini komnar eftir, at munur er á vøkstrinum á kynunum hjá gulllaksi.
- Men upp til umleið seks ára aldur, er vøksturin hin sami. Tá fara rognafiskarnir at veksa heldur skjótari enn siljafiskarnir. Tá gulllaksur er eini 20 ára gamal, eru rognafiskarnir umleið 47 cm. og siljafiskarnir umleið 44 cm.
Gulllaksur gýtir vanliga í apríl og mai, men frávik
eru tó frá hesum.
- Eftir at gulllaksur er farin at gýta, minkar vøksturin, og hetta sæst eisini aftur á nytrunum, sum annars siga nógv um gulllaksin. Árini eftir, at gulllaksur er farin at gýta, verða árringarnir í nytrunum smalari, siga Eydna í Homrum og Lise H. Ofstad.
Góður fiskiskapur
Vit kunnu skoyta upp í, at fiskiskapurin eftir gulllaksi hevur verið sera góður í vertíðini í ár.
Seks skip hava verið á hesi veiði. Tey eru Polarhav og Stjørnan úr Leirvík, Eysturbúgvin úr Húsavík, sum hevur partrolað saman við Vesturbúgvanum úr Vestmanna – og so Fram og Vestmenningur, sum vestmenningar eisini eiga.
Eitt, sum lítið hevur verið frammi í kjakinum um fiskidagar, er, at hesi seks skipini, sum munnu teljast millum frægastu partrolarar í Føroyum, ikki eru á upsaveiði í summarhálvuni og eru soleiðis við til at ”avlasta” upsastovnin allar hesar mánaðirnar.
At hesi skip eru á gulllaksaveiði ein fittan part av árinum, verður at kalla ikki tikið up á tungu, tá tosað verður um veiðitrýst á upsa.
Tað eru virkini Tavan í Leirvík og Atlantis í Vestmanna, sum hava keypt gulllaksi í vertíðini í ár.
Fakta
Í føroyskum sjógvi er ein fiskur nær skyldur við gulllaks. Tað er streymsild. Hesi fiskasløg líkjast nógv, men gulllaksur hevur lutfalsliga størri eygu enn streymsild, sum eisini er smærri fiskur. Roðslurnar frá táknu til stert eru ikki tær somu, eins og vøddasegmentini heldur ikki eru tað. Gulllaksur savnast í stórum torvum á 200-500 metra dýpi. Hann etur djór, sum liva við havbotnin og smáar fiskar.