Ein kanning hjá danska almannamálaráðnum vísir, at mstøðurnar hjá heimleysum, einligum mammum, sinnisveikum og misbrúkarum í Danmark eru versnaðar tey seinastu fýra árini.
Í kanningini hevur almannamálaráðið spurt seg fyri hjá 32 felagsskapum, sum dagliga hava við teuy veiku í samfelagnum at gera, og 68 prosent av teimum spurdu siga, at umstøðurnar eru versnaðar. Serliga tey heimleysu og tær einligu mammurnar hava tað truplari nú enn fyri fýra árum síðani.
Bjarne Lennau í Kirkens Korshær sigur við Politiken, at sum heild eru viðurskiftini versnað, og tað sama sigur Joan Munch hjá danska Frelsunarherinum. Hon sigur, at nú eru tað fleiri, sum spyrja eftir hjálp, tí tey hava ikki pengar til mat.
Men tey illa støddu fáa eftir øllum at døma ikki meiri hjálp frá tí almenna. Eva Kjer Hansen, almannamálaráðharri, sigur við Politiken, at stjórnin fer ikki at játta meiri pengar.