TF Holding formaður fekk 842.000 kr í nevndarløn

Gunnar í Liða fekk ein mánaðarløn – bara í nevndarpengum frá TF Holding – upp á góðar 70.000 krónur

- Somu persónar skulu ikki ganga aftur í ymsu nevndunum í TF Holding-samtakinum.

 

Tað sigur Arni Brattaberg, sum varð afturvaldur til formann í nevndini í TF Holding eftir aðalfundin hósdagin. Hann gjørdist formaður 15. mars í ár, tá Skráseting Føroya kolldømdi avgerðina um nevndarskipan, sum varð tikin eftir aðalfundin í fjør. Tað merkti, at formansatkvøðan ikki telur dupult, tá nevndin skal skipast.

 

Tað hevur verið misnøgd við, at ávísir persónar ganga aftur í ymsu nevndunum, eitt nú at Gunnar í Liða, sum var nevndarformaður í TF Holding og Jákup Egholm Hansen, sum var næstformaður í TF Holding, eisini sótu sum nevndarlimir í Eik Banka.

 

Dømi er eisini um, at aðrir nevndarlimir sita í nevndum í feløgum, sum TF Holding eigur avgerandi ognarpart í, har teir eisini fáa góða nevndarsamsýning.

 

Soleiðis fekk Gunnar í Liða, sum til 15. mars í ár var nevdnarformaður í TF Holding, eina sera góða ársinntøku fyri sítt nevndararbeiði. Hann fekk í 2015, sambært roknskapinum hjá TF Holding – 842.000 krónur í løn fyri at sita í nevndum hjá TF Holding. Tað er ein mánaðarløn – bara í nevndarpengum frá TF Holding – upp á góðar 70.000 krónur.

 

Næstformaðurin í TF Holding, sum ikki varð afturvaldur á aðalfundinum hósdagin, fer eisini at merkja tað á lønarkontoini. Tí hann fekk í fjør sambært ársroknskapinum hjá Eik Banka 726.000 í nevndarpengum frá TF Holding samtakinum. Tað er ein mánaðarløn – bara í nevndarpengum frá TF Holding – upp á góðar 60.000 krónur.

 

Árslønin hjá forstjóranum í TF Holding, Suna Schwartz Jacobsen, sum eisini er stjóri í Eik Banka, er 2.984.000 krónur. Tað gevur eina mánaðarløn við pensjón upp á 248.667 krónur.

 

Árslønin hjá stjóranum í Tryggingarfelagnum Føroyar, sum eisini er stjóri í TF Holding, er 1.976.000 krónur. Tað gevur eina mánaðarløn við pensjón upp á 164.667 krónur.