Tilsamans var útflutt fyri 1,8 milliard. kr. í hesum tíðarskeiðnum. Tað eru serliga alifiskur, sum við einum vøkstri uppá 97%, saman við øðrum fiski og fiskaúrdrátti, ið vaks 19%, umframt uppisjóvarfiski við, ið vaks 8% í útflutningsvirði, sum halda útflutningsvirðinum uppi.
Útflutningsvirðið av botnfiski sosum. toski, hýsu og upsa minkað við 11% og skeljafiskur er farin niður við 40%. Útflutningsvirði av øðrum vørum og skipum er minka við ávikavist 56% og 57%,.