Útflyta eymar upplýsingar

Eymar upplýsingar um ognarviðurskifti og skuld hjá føroyingum liggja í einari danskari telduskrá, sum hýsir føroysku Tinglýsingini. Tað er í andsøgn við, at Gjaldskipanin hjá peningastovnunum varð forðað, viðgongur Høgni Hoydal, landsstýrismaður. Hann lovar nú, at Tinglýsingin verður tikin heimaftur so skjótt tilber

Tað lekur millum teori og praksis hjá landsstýrismanninum við lógarmálum.
Tað hevur verið ógvuliga umráðandi fyri Høgna Hoydal, at persónligar upplýsingar um viðurskifti hjá føroyingum, eru at finna í føroyskum edv-skráum. Fyri at varðveita lóggávuvaldið á økinum, sigur hann. Tí hevur hann syrgt fyri, at Gjaldskipanin hjá peningastovnunum ikki kann halda fram, tí hon hevur við sær, at persónsupplýsingar fara av landinum, tá føroyingar fremja peningaflytingar sínámillum.
Ta støðuna hevur hann eftir øllum at døma ikki altíð. Í einum øðrum føri hevur hann beinleiðis verið við til at syrgt fyri, at persónsupplýsingar fara av landinum. Talan er um sjálva tinglýsingina, har upplýsingar liggja um ognarviðurskifti, skuld og persónlig viðurskifti hjá tí einstaka føroyinginum. Føroyska tinglýsingin liggur hjá sonevnda Datacentralen í Danmark, sum nú eitur CSC-Danmark.
Í lógini um tinglýsing, sum seinast varð broytt í 2000, verður hetta loyvt.

Ostaklokkupolitikkur
Alt byrjaði við, at føroyska tinglýsingin skuldi leggjast um frá pappírsútgávu til edv. Tað skuldi viðføra styttri avgreiðslutíðir, betri kunning til borgaran og stuðla uppundir ta tøkniligu menningina yvirhøvur. Sum frá leið er ætlanin, at tinglýsingin verður pappírsleys.
Undir viðgerðini í løgtinginum var tosað um, hvørt skipanin ikki átti at ligið í føroyskari dátuskrá. Landsstýrið helt tað vera lættari, um vit lótu danir leggja skipanina um fyri okkum, tí teir bjóðaðu sær til at gera hetta ókeypis. So kundu vit altíð taka hana heim seinni. Tað er ikki hent enn, og tað fær Hans Paula Strøm, fyrrverandi løgtingsmann, at gera vart við seg í bløðunum í dag.
? Landsstýrismaðurin hevur ikki megnað at fingið hesi viðurskifti í rættlag. Hann sendi tinglýsingina av landinum og hevur ikki megnað at fáa hana aftur á føroyskar hendur, so hon kann verða umsitin eftir lógini og koma undir eftirlit av føroyskum myndugleikum. Tað átti hann og fyrisiting hansara at brúkt kreftirnar uppá, heldur enn henda undarliga og óforstáiliga ostaklokkupolitikkin móti Elektron, sigur Hans Pauli Strøm, sum var limur í Rættarnevndini, ið viðgjørdi lógina.

Tøkni og yvirtøkur
Høgni Hoydal, landsstýrismaður verjir seg við, at tað tøkniliga ikki hevur borið til enn at fáa tinglýsingina heim, og at málsøkið ikki fult og heilt er komið á føroyskar hendur.
? Tinglýsingin kemur til Føroya. Tað er púra rætt, at tað er líka umráðandi, at hon liggur í Føroyum, sum at Gjaldskipanin virkar í føroyskum høpi. Tað er bara av tøkniligum orsøkum, at tað ikki er hent enn, og tí málsøkið ikki er yvirtikið fult og heilt, sigur Høgni Hoydal.
Tinglýsingin er annars føroyskt sermál, men hon liggur undir Føroya rætti, sum er danskt málsøki. Høgni Hoydal sigur kortini, at tað sjálvandi er hansara ábyrgd, at tinglýsingin ikki er komin á føroyskar hendur enn, tí talan er um eina føroyska lóg.
? Vit eru í ferð við at fáa tinglýsingina yvir á eina føroyska serskrá, og tá vit smíðaðu lógina, tryggjaðu vit okkum eisini, at tað bar til at flyta allar upplýsingar yvir uttan víðari hóvasták. Eg fái kortini ikki sett nakran dato á, nær tinglýsingin verður í einari føroyskari skrá, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

MYNDATXT
Tinglýsingin skal vera atkomilig á internetinum, sigur lógin. Men so leingi hon liggur í Danmark, mugu føroyingar sláa seg til tols við at kaga í gomlu tingbøkurnar, um tað skal vera ókeypis
Mynd: Jens K. Vang