Útflyta falleraðar fullveldisætlanir?

Oddagrein

Formaður Tjóðveldisfloksins umboðar størsta flokk í einari samgongu, ið yvirtekur málsøki undir heimastðrislógini. Fullveldisætlanin, ið skuldi enda við fólkaatkvøðu og loysing var av ongum, tí hvørki politiski meirilutin ella Føroya fólk tók undir við hesari fantastætlan. Hvat er so at gera? Jú formaður Tjóðveldisfloksins roynir yvirfyri umverðini at lata sum um at føroyingar fylgja hansara falleraða leisti. Hann tykist enntá fara so langt sum at royna at útflyta henda falleraða leist til Grønlands.

Á sama hátt, sum føroyingar fingu at vita, at danir høvdu skyldu at gjalda milliardir til føroyingar í mong ár eftir loysingina, so ganga summir grønlendingar og halda, at ST kann áleggja Danmark at gjalda milliardir til Grønlands í endurgjaldi fyri farnar tíðir. Tað er ótrúligt, hvat man kann fyrigykla fólki. Tað er vert at bíta merki í, at eingin kann vísa á eitt gott dømi um endurgjald av slíkari stødd, ið tosað verður um her á okkara leiðum. Ein oyggj í Stillahavinum, ið eitur Nauru, fekk endurgjald frá sínum fyrrverandi koloniharra Australia, eftir at hava stevnt Australia fyri altjóða mannarættindadómstólinum í Haag. Australia gjørdi semju í 1993 og betalti Nauru 72 milliónir dollarar t.v.s. ein góða hálva milliard krónur. Fólkatalið á Nauru er á leið 12,000, so um talið verður umroknað til Grønlandska fólkatalið, so svarar tað til knappar 2.5 milliardir krónur ella minni enn eitt ára blokkstuðul. Leggjast kann afturat, at Nauru var fysiskt grivin upp til útvinning av fosfati, soleiðis at oyggin nú er óegnað til landbúnað. Hetta eyðrænda og uppgrivna hjálandið, fekk eitt endurgjald, ið ikki hevði klárað raksturin av hvørki Føroyum ella Grønlandi í eitt ár. Veruleikin er ikki altíð so vakur, hóast Høgni Hoydal roynir at billa fólki nakað annað inn.

Vit skulu ikki viðgera Grønland so forferdiliga nógv, men bara sláa fast, at sjálvt tann føroyski Sambandsflokkurin hevði verið ein sjálvstýrisflokkur í Grønlandi, tí tingini eru so nógv øðrvísi í Grønlandi. Til dømis er arbeiðsmálið í Grønlendsku umsitingini danskt, og enn er langt á mál, til at grønlendskt mál verður viðurkent, sum føroyska málið er vorðið viðurkent fyri mongum árum síðani. Tað er at gleðast um, at grønlendingar í breiðari semju ganga sjálvstýriskósina, og vit kundu lært av grønlendingum, tá teir niðursettu eitt kommissorium at kanna økt sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin. Nakað sum Hvítabók í Føroyum avskrivað uppá forhond. Hetta hevur Høgni Hoydal ?gloymt? at fortalt føroyingum, ið fáa ta fatan, at grønland stílar ímóti fullveldi. Hvør tosar nu niður til hvønn?

Tjóðveldisflokkurin umboðar í Norðuratlantsbólkinum ikki ein meiriluta av Føroya fólki. Hetta hevur Løgmaður gjørt púra greitt. Høgni Hoydal sigur ikki sætt, tá hann fotelur, at hann umboðar ein meiriluta í Føroyum, ið vil fylgja hansara fullveldisleisti. Veruleikin er, at føroyingar vrakaðu fullveldisætlanina hjá Høgna Hoydal, hóast Tjóðveldisflokkurin við villum konspirationsteorium roynir at fáa tað at síggja út sum, at danir hava skyldina. Nú ræður um í Føroyum, at vit øll standa saman á eini sjálvstýrisleið, sum tekur tey neyðugu stigini sohvørt ráðini eru til tað. Fyri at fáa eina betri javnvág er tørvur á eini breiðari samgongu. Henni bíða mong eftir.