– Vit klára ikki at brenna undan, og tí eru vit noydd at finna aðrar loysnir. Í hesum umfari pakka vit umleið 1000 tons av ruski í ballur, og senda tær til Danmarkar at brenna, sigur John Erik Hansen, leiðari á Kommunalu Brennistøðini.
260 tons eru sent avstað, og nú skal restin pakkast og sendast. Væntandi vera umleið 1000-1200 ballir pakkaðar í hesum umfarinum.
##med2##
Rusk hópaðist upp í steðgi
Tað var herfyri, tá ið regluligt viðlíkahaldi skuldu gerast, at Kommunala Brennistøðin rendi seg í trupulleikar. Ovnurin varð sløktur 14. november, men hann brendi ikki aftur við fullari orku fyrr enn 29. november. Ovnurin er gamal, og viðlíkahald skal gerast tvær ferðir um árið. Hesaferð var tað ymiskt, ið skuldi gerast við múrverkið. Góðar tvær vikur gingu sostatt, til ovnurin aftur koyrdi við fullari ferð.
– Siloin hjá okkum var mest sum full, og vit høvdu ikki nógv goymslupláss eftir. Vit kláraðu tí ikki at taka ímóti meira ruski, sigur John Erik Hansen.
Fult hjá IRF
– IRF hevur ofta hjálpt okkum fyrr, tá ið okkara ovnur ikki hevur verið í gongd. Men teir hava eisini nógv rusk liggjandi, og tað er avmarkað, hvat teir kláraðu at taka ímóti. IRF tók tó húsarhaldsburturkastið frá Havnar kommunu, teir dagarnar, tað ikki varð brent á Kommunalu Brennistøðini, sigur John Erik Hansen.
IRF hevur framvegis omanfyri 2000 ballur liggjandi, sum teir skulu brenna. Hetta er frá tí, at teir fingu nýggjan ketil í 2018, og at brennistøðin hjá teimum tí lá still í næstan fimm mánaðir.
– Nøgdirnar av ruski vaksa eisini hjá okkum. Ballurnar, ið vit hava liggjandi, verða brendar so við og við, men eg vænti, at tað verður ikki fyrr enn komandi summar, at vit eru liðug at brenna allar ballurnar, sigur stjórin hjá IRF, Poul Andrias Joensen.
##med3##
Pakka rusk at senda
Fólk frá eini danskari fyritøku eru í Føroyum og pakka ballurnar hjá Kommunalu Brennistøðini, ið fara til Danmarkar at brenna. Talan er serliga um ballur við timbri.
Mánadagin kom ein sokallaður knúsari við Norrønu til Føroya, og hann ger tað munandi lættari og skjótari at pakka ballurnar. Hann brýtur timbrið í smærri petti, so at tað er lættari at balla. Frá knúsaranum fer alt í pakkimaskinuna, sum ger stóru ballurnar, og haðani verður tað rullað inn í plast og síðani koyrt inn í stórar bingjur, sum flyta alt tilfarið til Danmarkar.
– Tað er eitt felag í Danmark, ið tekur sær av hesum, og teir býta so út, hvat skal á hvørja brennistøð. Brennistøðirnar í Danmark vilja fegnar fáa nógv tilfar at brenna, tí at tær skulu veita nógvan fjarhita, nú tað er vetrartíð, sigur John Erik Hansen.
##med4##
10,3 milliónir krónur í eykajáttan
Tað kostar nógv at fáa fáa ruskið av landinum.
28. november samtykti Tórshavnar býráð ein eykajáttan, har Kommunala Brennistøðin fær 10,3 milliónir krónur afturat. 2,3 milliónir krónur av hesum skulu nýtast at flyta 1.000 tons av burturkasti beinanvegin.
– Sum nú er klára vit ikki at brenna meira við verandi ovni. Higartil í ár hevur ovnurin brent 94,4% av tíðini. Nakrir mánaðir hava vit brent 100% av tíðini. Tí er tørvur at fáa ein størri ovn, sigur John Erik Hansen.
##med5##
Keypa útgerð til at balla
Kommunala Brennistøðin og IRF eru í práti um at fáa eina felags brennistøð fyri alt landið.
– Tað er ein politiskur spurningur, um vit skulu hava eina ella fleiri brennistøðir. Tað blandi eg meg ikki uppí. Men við fólkavøkstri, nógvum virksemi í vinnuni og meira ruski, mugu vit fáa ein størri ovn, sigur leiðarin á Brennistøðini.
Tað tekur tó tíð at fáa ein nýggjan ovn, og Tórshavnar kommuna hevur tí ætlanir um at útflyta rusk eisini komandi ár, tá ið ovnurin má steðga vegna viðlíkahald. Kommunan ætlar tó ikki at leiga útgerð inn fleiri ferðir um árið, men ístaðin at keypa útgerð, so at til ber at balla og senda av landinum, tá ið tørvur er á tí.
Av teimum 10,3 milliónum krónunum í eykajáttanini eru nevniliga 7 milliónir krónur settar av til keyp av útgerð til at útflyta rusk. 1 millión er eisini játtað til at gera eina støðulýsing og kanna møguleikar á burturkastøkinum í framtíðini.
##med6##