Í morgin verður útgávukonsertin av nýggju fløguni hjá 200. Fløgan ?Stokkhólmssyndromið? verður almannakunngjørd hendan dagin, tó ber longu nú til at hoyra partar av fløguni Í morgin verður útgávukonsertin av nýggjastu fløguni hjá politiska punkbólkinum 200. Fløgan ber heitið ?Stokkhólmssyndromið?, ið sambært monnunum í bólkinum er eitt boð uppá, hvat í veruleikanum feilar føroyingum.
Nýggja fløgan kemur gøtuna 14. apríl, tá ABC samgongan hevur sitið við valdið í 200 dagar, og sambært 200 ?einki gjørt?.
Tiltakið verður í Reinsarínum og byrjar tað kl. 21.
Møguleiki verður fyri at ogna sær fløguna á útgávukonsertini í morgin, tó ber longu nú til at hoyra nøkur at nýggjastu løgunum hjá bólkinum.
Á myspacesíðuni hjá 200 www.myspace.com/200baby, ber millum annað til at hoyra lagið ?Leoland?.