Teir báðir Kristleif Zachariassen og Knút Háberg Eysturstein, ið báðir eru fløguaktuellir, fara í næstum at hava tvinnar konsertir saman. Hesar vera í Losjuni í Gøtu fríggja-kvøldið 29 oktober og í Margarinfabrikkini í Havn leygarkvøldið 30 oktober, har teir báðir trína á pall við hvør sínum bólki av dugnaligum tónleikarum.
Knút Háberg Eysturstein gevur út sína fyrstu fløgu 2 novembur. Henda fløgan nevnist "Havsglóð" og er tónleikurin yvirhøvur atmosferiskur og friðarligur, tó við blandaðum íblástri frá t.d rocki og electronica.
Henda framførslan verður sostatt fyrsta høvi hjá áhoyrarum at hoyra tónleikin av fløguni framførdan live.
Kristleif Zachariassen gav út sína fyrstu fløgu fyri stuttum, ið nevnist "Lit-leysir Blettir". Hetta er eitt savn av stemningsfullum sangum, ið hava sín uppruna í fólkatónleiki við eitt sindur av singer/songwriter og kontri swing blanda uppí.
Teir báðir hava valt at hava konsertir saman og verður tí høvi hjá áhoyrarum at hoyra teir framføra sama kvøld, undir sama taki.
Kristleif Zachariassen fer á pall saman við garvaðum og dugnaligum monnum sum Heðin Ziska Davidsen á el gittar, Arnold Ludvig á bass og Rógva á Rógvu á trummum. Teir kenna vit úr nógvum ymiskum samanhangum. Knút hevur savnað ein bólk av dugnaligum fólkum úr føroyska rock umhvørvinum. Hesi eru Bogi á Lakjuni (Clickhaze) á gittar, Haltóra Henriksen (Makrel) á tangentar, Niels Jákup í Jógvanstovu (Gestir, Makrel) á bass og Uni Árting (200, Mold) á trummur.
Høvi verður hjá áhoyrarum at ogna sær eitt eintak av bæði "Litleysir Blettir" og "Havsglóð" á konsertunum, ið altso vera fríggjakvøldið 29 okt í Losjuni í Gøtu og leygarkvøldið 30 okt í Margarinfabrikkini í Havn.
Báðar konsertirnar byrja kl 21.00.