Útgangsstøðið er hitt sama

- Hesin dysturin gevur bara trý stig eins og allir aðrir, og tí eru vit í útgangsstøðnum í somu støðu sum vant, heldur Henrik Larsen, sum tó sjálvandi ásannar, at talan er um eina sera stóra avbjóðing hjá føroyska liðnum

HANNOVER: Spenningurin er sjálvsagt stórur í føroysku landsliðsleguni, nú liðið skal fyrireika seg størstu avbjóðinga í 12 ára longu søguni hjá føroyskum fótbólti í altjóða høpi.
Týskland er við sínum trimum heimsmeistaraheituum eitt av veruligu stórveldunum í altjóða fótbólti, og fyri bara fýra mánaðum síðani staðfestu teir hesa støðu, tá teir vunnu silvur í HM-kappingini.
Tí er tað sjálvsagt ein sear stór avbjóðing hjá Henrk Larsen og hansara monnum, men sjálvur roynir landsliðsvenjarin tó at taka hesa uppgávu, sum ein og hvønn annan landsdyst.
- Í útgangsstøðinum er talan jú um ein vanligan dyst. Vit fáa framvegis bara trý stig, um vit vinna, og tað er so tað, sum vit mugu fyrihalda okkum til.
- Men sjálvsagt er hetta ein stór avbjóðing. Týskland telist jú millum sterkastu tjóðirnar í heiminum, og vit skulu veruliga spíla okkum út, um vit skulu gera nakað sum helst við teir, og tað mugu vit so royna.
Spurdur, um tað á nakran hátt hevur órógva føroysku fyrireikingarnar, at áhugin um dystin tykist vera somikið stórur, sigur venjarin, at tað heldur hann ikki.
- Sjálvandi eru fjølmiðlarnir kanska fleiri í tali, men fyri tað mesta er áhugin hjá teimum savnaður kring týska liðið, og hvussu teir fara at gera, so vónandi er tað nakað, sum vit kunnu gera okkum dælt av.
Vil tað siga, at tú roknar við, at týskarar undirmeta Føroyar, og at hetta kann gerast ein fyrimunur?
- Nei. Eg rokni ikki við tí, men tað vil eg vóna, at teir gera, er svarið við einum av skeivu smílunum hjá Henrik Larsen.

Var ikki so galið
Um sjálvar fyrireikingar, nú úrslitið í Litava ikki var heilt eftir vild, sigur Henrik Larsen, at tað hóast alt vóru nakrir lutir frá tí dystinum, sum leikararnir skulu taka við mikudagin.
- Vit spældu sjálvandi ikki so væl í fyrra hálvleiki, men eftir at hava sæð dystin umaftur á sjónbandi, so var tað kanska ikki heilt so galið kortini. Her hugsi eg serliga um verjupartin, tí hóast vit als ikki fingu okkara spæl at koyra, so halda vit litavum frá at skapa so øgiliga nógv. Teir fáa eitt láturliga bíligt brotsspark og so eitt mál, sum er tjúkt off-side. Umframt tað, so høvdu teir ikki so nógvar møguleikar, tí vit fingu hildið teimum frá teimum heilt stóru møguleikunum. Teir brúktu eina øgiliga orku fyri at halda trýstið á okkum, og at enda sást eisini, at teir vóru møddir av hesum, og tað sigur í øllum førum, at kropsliga eru vit nóg væl fyri.
- Setningurin hesa ferð verður sostatt at halda fast við tann partin av spælinum, sum riggaði seinast, og fáa vit so eisini spælið hjá okkum at hanga saman frameftir vøllinum, so kann tað væl vera, at vit koma at geva týskarunum mótstøðu.