Í dag fer Løgtingið at viðgerða eitt uppskot um at lækka útgjaldið úr ALS.
Lítil ivi er um, at málið verður samtykt, tí hetta er eitt tilmæli frá stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina.
Stýrið hevur mett, at tað er avgerandi, at ALS hevði eina hampiliga eginogn at standa ímóti eini búskaparligari afturgongd. Tá ið metingin varð gjørd, var eginognin góðar 670 milliónir og mett varð, at tað var nóg mikið til at skipanin megnaði at standa ímóti eini kreppu.
Men seinastu árini hevur arbeiðsloysið verið stórt. Í 2010 hevði skipanin eitt hall upp á 112 milliónir og í fjør var hallið 180 milliónir.
Við árslok 2009 hevði skipanin eina eginogn oman fyri 700 milliónir krónur, men á nýggjárinum var hon komin niður á 420 milliónir.
Men heldur hendan gongdin fram, kann ALS fara at hava eitt hall í ár upp á næstan 200 milliónir krónur og vandi er fyri, at eginognin hjá skipanini verður burtur um góð tvey ár.
Tí hevur stýrið mælt til at lækka útgjaldið. Higartil hevur tað verið 80% av av eini arbeiðaraløn, tó í mesta lagi 20.000 krónur um mánaðin.
Nú er ætlanin at lækka tað niður í 75% av eini arbeiðaraløn, ella í mesta lagi 17.500 krónur um mánaðin.
Samstundis verður bíðitíð sett í gildi so at arbeiðsleys fáa ongan stuðul teir fyrstu 10 dagarnar.
Annars hevur Almannamálaráðið mælt til, at almannaveitingin sum eitur inntøkumiss vegna brekað barn, verður tikin við í trokningargrundarlagið hjá ALS, og at fólk í vardum starvi og fyritíðarpensjónistar sleppa undan at rinda ALS- gjald. Men hetta eru spurningar, sum ikki verða viðgjørdir í hesum umfari, tí teir verða tiknir upp í øðrum høpi.