Seinastu vikurnar hevur stórur vøkstur verið í talinum á koronusmittaðum kring Europa, og tað hevur fingið fleiri lond at seta nýggj tiltøk í verk fyri at fáa tamarhald á gongdini.
Reuters skrivar, at talið á smittaðum í Europa er meira enn tvífaldað seinastu 10 dagarnar, og nú hava næstan átta milliónir fólk í Europa fingið koronu. Tað er hendan gongd, sum hevur fingið myndugleikar í fleiri londum at seta nýggj tiltøk í verk fyri at basa vøksturin í smittuni.
Eitt amboð, sum verður alt meira brúkt, er útgongubann á náttartíð. Europeiskir stórbýir sum París, Athen, Rom, Napoli, Valencia, Milano og aðrir hava sett útgongubann í verk, og í summum býum er bannið galdandi ein heilan mánað fram.
Ymiskar variatiónir eru í útgongubannunum, men vanligt eru tey frá á midnátt til tíðliga á morgni, klokkan fimm ella seks. Hetta hevur við sær, at kendar gøtur í teimum stóru býunum eru púra manntómar á náttartíð.
– Sum eg skilji granskararnar, skulu vit stríðast við koronu til í minsta lagi næsta summar, sigur franski forsetin, Emmanuel Macron, sambært Reuters.
Higartil eru 247.000 fólk í Europa deyð við koronusmittuni.