Thaksin skal takast

Í Teilandi hevur ein dómstólur givið boð um, at fyrrverandi forsætisráðharrain Thaksin Shinawatra og kona hansara skulu handtakast, tí tey eru undir illgruna fyri grovt svik í sambandi við handil við partabrøvum. Hetta er aðru ferð tann seinasta mánaðin, at teilendska dómsvaldið gevur boð um, at fyrrverandi forsætisráðharrin skal takast. Thaksin Shinawatra hevur búð í Bretlandi, síðani hann bleiv koyrdur frá fyri næstan einum ári síðani. Tann 25. september fer hægstirættur í Teilandi at taka støðu til, um Teiland skal krevja at fáa fyrrverandi stjórnarleiðaran útflýggjaðan.