- Thatcher var eitt ræðuligt menniskja

Sangarin Morissey hevur skrivað eina sera kritiska grein um Margaret Thatcher. "Hon verður einans rópt "The Iron Lady" tí hon var tvør og noktaði at lurta eftir øðrum".

 

Soleiðis byrjar Morrissey sína grein á heimasíðuni hjá The Daily Beast, sum finst at fyrrverandi forsætisráðharranum, sum doyði í gjár.

 

- Hvør rørsla hon gjørdi, var full í negativiteti. Hon hataði minuarbeiðararnir, hon hataði list, hon hataði írskar frælsishetjur og lat tey doyggja, hon hataði fátøk og gjørdi einki fyri at hjálpa teimum. Hon hataði Greenpeace og umhvørvisáhugaði fólk, skrivar sangarin millum annað.

 

Hann sigur eisini, at hon hataði feministar, hóast tað í størstan mun var teirra stríð sum gjørdi, at bretar vildi góðtaka ein kvinnuligan forsætisráðharra.

 

Morrissey gav í 1988 út sangin "Margaret on the Guillotine", sum var ógvuliga kritiskur móti fyrrverandi forsætisráðharranum. Hann gjørdist upprunaliga eitt kent andlit í Bretlandi sum sangari í bólkinum The Smiths. Hansara bólkur gjørdi nógv um seg í Bretlandi, men takkaði fyri seg í 1987. Tá byrjaði Morrissey sína egnu solo karrieru, og aftur her tóku bretar væl ímóti hansara tónum. Fleiri tónleikabløð og ummælarar halda, at Morrissey er ein týdningarmikil íverksetari innan sjangruna indie-tónleik.

 

Les hansara grein her:

 

www.thedailybeast.com/articles/2013/04/08/morrissey-thatcher-was-a-terror-without-an-atom-of-humanity.html