The Course Centre at Long Beach Town

Á Skeiðsdeplinum á Langasandi hava tey úr at gera. Fyribils hevur frálæra í enskum fult ræði á fólki. Og tað er spennandi, læruríkt og als ikki turrisligt at vera á skeiði hjá m.ø Tórði Jóanssyni

»Á garðinum við Streymin, onki fæst í lag?uttan tá eg spæli country og western løg«. Soleiðis sang uppreistrarsinnaða bygdarfrellið, Viljormur av Langasandi (Billy from Long Beach Town) á sinni.

Men mangt broytist á mansins ævi. Nú 1999 er um at fjara burtur, fæst knappliga ein sonn rúgva av skafti við Streymin. Og hetta virksemið hevur lítið samband við landbúnaðin og stinkandi tøðini, sum Viljormur sang um. Nei, á Langasandi angar av vitan, lærufýsni og fróðskapi. Norðanvert sjálva bygdina liggur landsins einasti altjóðaligi lærustovnur, sum ikki er ogn tess almenna: Skeiðsdepilin á Langasandi, sum fór undir virksemi sítt 3. september í ár.


Vitandi matmóðir

Rættur háskúlaandi er yvir hesum lítla frálærustovni, sum heldur til í hølum, ið upprunaliga vóru sethús. Matmóðirin, Tórhild Hansen, tók ímóti tá Sosialurin og Sjónvarp Føroya vóru og vitjaðu tórsdagin. Og fjølmiðlarnir komu til búgvið borð. Høsnarungin var longu etin, tá Sosialurin kom, men kaffi, vafflur, bollar og køkur trutu ikki. Og heldur ikki blíðskapur. Meðan vit hoyrdu Tórð Jóansson gera burtur úr sær á upper-class enskum í hølunum við síðuna av, settust vit í hugnaliga køkinum at práta við matmóðrina. Tað sum hon ikki visti, ja tað var ikki vert at vita, hevði Tórður sagt okkum.


Enskt á ymsum støði

Sambært matmóðrini, hava tríggir lærarar verið fast knýttir at skeiðsdeplinum. Teir eru Alex Ocampo, Sue Philbrow og Tórður Jóansson, ið eisini er stjóri og undangongumaður. Skúlin skipar fyri sonevndum vistarskeiðum, ið verða lagað eftir tørvi og møguleikum. Møguleikarnir eru mangir, men tørvurin millum føroyingar er enn ikki rættiliga komin til sjóndar.

Sum er, er øll frálæra á stovninum á enskum, og tað er púra vist, at enskt vilja føroyingar læra bæði væl og virðiliga. Enska frálæran á Langasandi fevnir fyribils lágstig, framhald og hástig. Harumframt ber til at fáa frálæru í Public Speaking, sum er skeið í, hvussu tú bert teg at á enskum tá tú skalt halda røðu og annars samskifta munnligt á enskum. Eisini ber til at læra Cross-cultural negotiations, og harvið verða kringur í samráðingum á hægri stigi.


Drúgvir dagar

Men enskt skal ikki vera einsamalt á Langasandi. Tá rættilig gongd er komin á, verður væntað og vónað, at frálæran fer at fevna aðrar greinir. Longu nú eru løgd til rættis skeið í føroyskari rættskriving og málrøkt (fyri fjølmiðlafólki?), føroyskum máli og bókmentum, oljubúskapi (fyri fólki í fíggjarheiminum?), átrúnaðarligum rembingum í 20. øld (fyri øllum føroyingum?), dansi og kvæðamentan (fyri flestu føroyingum?), bókmentum í 20 øld (fyri nógvum føroyingum?) eins og øðrum spennandi evnum.

Frálæran er skipað á tveir hættir; sum skeiðsrøðir og sum støk skeið. Í báðum førum verður antin undirvíst 3 gerandisdagar ella í vikuskiftinum. Men skeiðsrøðirnar eru í 6 umførum. Vanligt er, at eitt umfar er í hvørjum mánaði. Næmingarnir gista og eta á skúlanum.

Aðalhugsanin er, at tey sum koma á skeið skulu læra. Frá upp- til niðurfaringartíð verður frálært. Lært verður eftir leistinum, »skjótari, munabetri og dyggari?«.


Reliable autobiography?

Hóast drúgvu dagarnar, er tað ikki keðiligt at vera á skeið norðuri á Trøðni á Langasandi. Undir øllum umstøðum ikki tá Tórður Jóansson stendur við pultin. Hann er øgiligur har hann stendur. Og næmingarnir lurta, hugsa, svara og læra, meðan Jóansson koyrir í hægsta kervi.

Mussaskøðinum bagir onki, heldur ikki á enskum. Hann ikki bert tosar á enskum, men hugsar eisini á enskum. Undir tímanum, vit luttóku í, varð hugleitt um hugtøkini biography og autobiography.

? A biography is about a life of a person that is written by somebody else. An autobiography (auto means self, like in autopilot) is also about a person. But it is written by the person himself. Which one do you think is more reliable? Well, it depends on how honest the bloody chap is. He might be dishonest. Do you think a politicians autobiography would be honest?, spyr Tórður

Tøgn millum næmingarnar eina løta, men so rópa øll í ein munn:

? No?!

? But, why is he not reliable, vil Tórður vita.

 

? Because he is a politician, svarar ein næmingur, og alt brestir út úr at flenna.


Dirvi at tosa

Nei, tað er ikki keðiligt at vera á Langasandi og vera í tíma hjá Tórði Jóanssyni.

Starvsfólkið á Frímerkjadeildini á Postverki Føroya, sum vóru á skeiði tórsdagin, vóru »oppe paa mærkerne«. Og tað er neyðugt. Stórur partur av viðskiftafólkum teirra eru útlendingar, og tí er alneyðugt at duga at málbera seg á ensum í skrift og talu. Tað er framskygda leiðslan á frímerkjadeildini, ið hevur tikið stig til skeiðið, og hon verður eftir øllum at døma ikki við sviðusoð.

? Vit fáa størri orðaval og nógv størri dirvi at nýta enskt, vóru tey á einum máli um.