Føroyski rockbólkurin The Dreams er rættiliga við at koma fyri seg í londum uttanfyri Føroyar.
Í tvey ár hevur bólkurin veruliga havt undanvind í Danmark, har teir hava havt eitt hitt fyri og annað eftir. Serliga á sonevnda Boogie listanum hjá DR hava teir verið populerir, og í fjør áttu teir tann sangin, sum stóð seg best á listanum.
Nú royna The Dreams at vinna fram uttanfyri Danmark, og har eru frambrot at fegnast um.
Útgivnir í 12 londum
The Dreams skriva í komandi viku undir enn ein sáttmála, og eru teir sostatt fløguaktuellir í 12 londum.
Hvønn týdning hetta kemur at hava fyri víðari ferðina hjá The Dreams millum tónleikastjørnurnar er ilt at siga, men tað tykist ganga rætta vegin. Nýggjasti sáttmálin um utgávu er í Týsklandi.
Hinvegin er greitt, at The Dreams koma til Føroya at spæla í næstum. Teir spæla í Deep í Havn tann 23. apríl og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 24. apríl.