Grand Prix
Donsku veddingarfyritøkurnar kenna seg vísar í, at tað verður antin føroyski punkbólkurin The Dreams ella danska poppstjørnan Simon Mathew, sum fara at vinna danska Grand Prixið leygarkvøldið.
Hjá Bet24 verður mett, at The Dreams hevur besta møguleikan at vinna kappingina, meðan Scandic Bookmakers halda, at Simon Mathew er besta boðið.
The Dreams taka lut við einum heldur øðrvísi sangi, tá ið tað snýr seg um Grand Prix. Ekstrablaðið hevur skýrt hetta rópirock, og tað kann verða ein stórur fyrimunur fyri The Dreams, at teirra sangur hoyrist burturúr rúgvuni.
The Dreams fóru í fyrstu syftu við í Grand Prixið fyri at gera vart við seg, áðrenn fyrsta fløgan hjá teimum í Danmark kemur út beint eftir Grand Prixið. Men nú er bólkurin alt í einum favorittur til at vinna kappingina, og tað kann verða, at føroyingar kunnu gera munin í atkvøðugreiðsluni leygarkvøldið.
Føroyingar fáa møguleikan at atkvøða við sms, og tað kann gerast við at senda “sang 09” til telefon nummarið 1212.