The Dreams snávaðu beint áðrenn málstrikuna

Tá seinasta undanumfarið í sendingini A cut varð sent fríggjakvøldið vóru einans fýra bólkar eftir, føroysku punkararnir í The Dreams var ein av teimum. Tveir bólkar komu í finaluna, so spenningurin var stórur. Tá avtornaði gjørdist greitt at donsku Alpine og bretsku Youth of Britain, vóru finalubólkarnir.

Hesir bólkar vunnu sær møguleikan at spæla eitt lag inn í upptøkuhøli í London, og sostatt kappast um møguleikan at hita upp fyri Anastaciu framman fyri 35.000 tónleikatystum týskarum.
The Dreams og italsku Frost vóru sendir heim, so tætt við málstrikuna. Men eingin ivi er um, at The Dreams hava fingið reklamuvirði í milliónupphæddum av at luttaka í trimum sendingum á MTV.