The Guardian: Átta ting tú kanska ikki visti um Føroyar

Í greinini verður víst á ymiskt ting, sum eru serstøk við Føroyum

Stóra bretska blaðið The Guardian hevur eina grein um Føroyar, nú í sambandi við at Føroyar eru á grøna listanum yvir lond, sum mann kann ferðast til.  Greinin eitur "Átta ting tú kanska ikki visti um Føroyar" og kom út á heimasíðuna hjá blaðnum í gjár.

 

Av teimum átta tingunum fara vit her at tríva í nøkur teirra. Tað fyrsta er, at málið ljóðar sum íslendskt, og at føroyingar hava egið stavrað - við bókstavinum ð millum annað. Eisini minna tey á, at mann má pakka sær regnjakka og ikki regnskjól, um mann skal til Føroya, tí her er so nógvur vindur. Eitt annað er, at føroyingar duga væl at spæla fótbólt, og so var Niels Finsen, sum vann Nobel-virðisløn, eisini føroyingur. Eysturoyartunnilin er sjálvandi eisini við í greinini.

 

Tú kanst lesa alla greinina HER. Greinin er ókeypis, so tað er ikki neyðugt at hava hald til The Guardian.