Klassikarin Midt om Natten hjá Kim Larsen fekk nýtt lív, tá The Loft innspældu hann og góvu honum nýtt snið. Ùtgávan hevur ljóðað í Danmark seinastu 4 mánaðirnar og er The Loft millum heitastu nøvnini í Danmark í løtuni.
Í kvøld, leygarkvøld, fara teir á pallin í Eclipse í Havn. The Loft er 5 ára gamal bólkur. Hóast ungir, eru teir báðir Martin og Jakob royndir innan tónleikin. Teir vóru í New York í 2003 í kenda upptøkuhølinum The Hit factory. Teir upplivdu stóru myrkaleggingina av býnum, har ongin visti, um talan kanska var um yvirgang. Gamla hugsan teirra at sampla temaið hjá Kim Larsen til Midt om natten kom aftur. Sera stoltir eru teir av at vera teir fyrstu og einastu, ið hava fingið loyvi til at sampla frá Larsen. Og so er Midt om Natten eisini mest selda útgáva í Danmark. Tey, ið vilja uppliva The Loft live, kunnu leita sær í Eclipse í kvøld.