The Name is Still Bond

Nú er hann aftur her. Ein broyttur heimur, nýggir fíggindar. Ein nýggjur Jam­es Bond hevur sæð dagsins ljós, tí nú er hann leiktur av Dan­iel Craig

Krimiskaldsøgurnar hjá Ian Flem­m­ing um hendan ladykiller og nógv drekkandi bohema njósn­aran eru endaðar sum bæði kult og kamp, kitsj og mod­ernistisk myta alt í senn.

Aftur til fyrstu bókina
Hetta er hin fyrsta krim­i­skaldsøgan, ella njósn­ar­a­skald­søgan sum Flemming skrivaði. Við Casino Royale fára vit aft­ur til byrjanina. Aftur til áðr­enn Bond gjørdist njósnari, hvussu hann var fyri svárari hjart­a­sorg. Hetta er eisini søgan um, hvussu hann fær rættin til at drepa.
Vit koma djúpari inn í per­són­in, estetikaran og playboyin Jam­es Bond, sum við eitt fær nøk­ur eyka lyndiseykenni, ið eru áhugaverd.

Post 9/11
Í nýggja filminum Casino Roy­ale, eru nógv sum hugsa nógv um tey fólkini sum stóðu aftan fyri álopið 11. september 2001 í New York, vóru spekulantar, ið vildu hava at børsurin í New York skuldi fella. Hetta er ein sera realistiskur tanki, ið fregn­ar­tæn­astur kring heimin eisini hava arbeitt við.

Daniel Craig
Nýggi maðurin, sum er farin í leik­lutin sum Mr. 007, James Bond er Daniel Craig. Hann varð seinast sæddur í filminum Mun­chen (2005). Nógv hava ver­ið nógv móti hesum mann­i­num sum 007. Øll hava sína serligu mynd av hesum leik­ar­a­num. Nógv halda ikki, at hann er nóg penur, ella at hann er ov gamal (maðurin er 38 ára gamal) o.s.fr. Øll hava okkurt ringt at siga um mannin, ið er farin í dýru klæðini hjá Mr. Bond, men eg haldi at hann er ein hin besti Bond í eini 35-40 ár.
Tað tók hálvtannað ár at finna Daniel Craig. Hann hevur fyrr leika í filmum sum Tomb Ri­der og Munich. Hann hevur nú eina kontrakt uppá tríggjar Bondfilmar.

Mads Mikkelsen
er Le Chiffre
Fíggindarnir broytast, so hvør so heimsmyndin er broytt, tema í bond­filmu­num broyt­ast og fíggindarnir hjá Bond broytast. Fyrr vóru tað Gold­fing­er, Dr.No, Hugo Drax, Ernst Stav­ro Blofeld v.m. Hesuferð er tað so danin Mads Mikkelsen, ið vit eina mest kenna sum ein ordans filmsjeik frá Danmark. Hann er annars júst aktuellur við filminum Prag og Efter Bryll­upet. Vit kenna hann sum løgn­an stavn í Adams Æbler, sum des­pe­rat­an tapara í Pusher I og II. Sum ein ólekran mann í De Grønne Slaktere. Hann hevur fyrr verið við í enskum film­at­i­seringum, so sum í filminum I am Dina (2002), sum var ein óvanliga vánaligur film­ur. Hann var ein deiliga svak­ur psykopatur í filminum Blin­k­ende Lygter (2000). Hann hev­ur verið við í Rejseholdet og í harða filminum Bleeder. Hann kom av álvara fram sum psykopaturin í fyrra Pusher filminum frá 1996.
Í hesum filminum eru vit aft­ur við byrjanina. Aftur til basic, aftur til hvør er nú hesin Bond? Her skal hann gerðast ”Bond” og Agent 007. Hann skal njósn­ast og finna út av øllum um yvirgangsmannin Mollaka, hend­an operatiónin leiðir hann á sporið á einum altjóða yvirgangsnetverkið hjá hesum Le Chiffre. Hesin Le Chiffre (er sera væl leiktur av Mads Mikkelsen) vaskar pening hvít­an fyri yvirgangsfólk. Bond skal oyðileggja ein íløgu, ið Le Chiffre hevur gjørt. Hesin er ein sera kaldur og kyniskur vinnulívsmaður og bakmaður fyri yvirgangsmenn. Hann vil gera eina pokerkapping, við sera høgum vinningum, fyri at vinna pening til yvirgang.

Poker og kvinnur
M (Judy Dench) gevur 007 boð um at fara at spæla poker við Le Chiffre. Eitt pokerspæl á Casino Royale endar við einum spæli um lív og deyða. CIA-agenturin Felix Leiter (Jeffrey Wright) hjálpir Bond her.
Kring hetta pokerspælið eru nógv ymisk fólk, so sum vakrar kvinn­ur. Tær eita Solange (Catherina Murino), Valenka (Ivana Milicevic), Vesper Lynd (Eva Green). Serliga hendan Ves­per, er giftig fyri Bond. Sol­ange er ein desperat gift kona, sum tá hon er saman við Bond tosar ov nógv.
Eg haldi mangan, at tað einki hendir innan hesa ac­t­i­o­n­film­genr­una, bert gerðast ”special eff­ects” flottari og dýrari. Sein­astu árini hava hesir ac­t­i­on­­leik­­stjórar tó roynt at givið genr­uni eitt vet av humor, so sum í 1980inum og í 1990inum við Arnold Schwarzenegger og Bruce Willis, meðan Pierce Brosn­an í James Bond virkaði bert meiri og meiri kaldur og idi­­otiskur. Eg haldi, at hesin Craig er betur enn teir flestu Bondleikarnir eg havi sæð leingi, ja vit skulu aftur til Connery.
Tað sum eg ofta hati mest við James Bond er, at hesir film­ar bert eru ein yvirdrivin upp­vísing av nørdasligum tøkni og alt snýr seg um tam-arhald, og so verða kvinnur al­tíð í hesi genruni eitt slag av objektum, ið eru eini 20 ár yngri enn hetjan og síggja ham­randi gott út, men eru ofta ant­in vandamiklar ella nærum minni ment offur fyri mannligu gyrndina.

Ein kaldur og góður Bond
Actionfilmurin er altíð um at hava tamarhald á øllum, bad guys, kvinnuni og vápnum.
Actionfilmurin er ein hin mest urmytiski filmurin allur sum er, hann er ein lang fram­vísing av machoetikki.
Hesin Craig kemur tó eitt vet longur enn hinir sum hava spælt Bond í seinastuni. Hes­in er ein dreparamaskina við sjarmu og køldum hjarta. Ein luksus njósnari og hes­in filmurin er ein betur Bondfilmur enn vit hava sæð teir í 20 ár, tó er hann alt ov langur 145 minuttir er alt ov langt.

Fakta um Casino Royale
USA/Ongland 2006

Leikstjóri: Martin Campbell.
Leikandi:
Mads Mikkelsen, Judi Dench, Daniel Craig, Eva Green, Jeffrey Wright.
Frumframførdur í Havnar Bio hóskvøldið 23. november klokkan 20.45. Loyvdur yvir 11 ár.