?The Rams? keypa nógv

Paul Jewell er kanska longu nú, ein av ýdnastu venjarunum í flytingarvindeyganum, men hann leggur dent á at hann als ikki er liðugur við at styrkja sær um Premier League hópin. Derbyhópurin má av sonnum sigast at vera ússaligur í ár.

 

Rams venjarin, Jewell hevur longu keypt Danny Mills, Robbie Savage, Emanuel Villa og Laurent Robert, til tess at økja um dygdirnar í hópinum á botnliðnum í Premier League, men hósdagin ásannaði hann at fleiri spælarar eru væntandi.

 

Sterjovski er ávegis inn til samráðingar, meðan Rams venjarin eisini vónar at fáa avtalur í rættlag við Hossam Ghaly frá Tottenham og fyrrverandi Manchester United málverjan Roy Carroll. Hesir skulu væntandi vera við móti gamla felagnum hjá Jewell, Wigan.

 

Leiðslan, venjari, spælarar og viðhaldsfólk hjá Derby mugu ivaleyst vóna at hesir umtalaðu spælarar koma inn í hópin og venda katastrofalu gongdini hjá felagnum í Premier League. Í løtuni liggur Derby nærum rótfest í botninum, við lúsa 7 stigum fyri 21 dystir. Hetta er átta stig minni enn næstaftasta lið, Fulham, ið hevur 15 stig.

 

Liðið hevur bert skorað 10 mál og hevur latið 46 mál fara ígjøgnum, og tað er ikki imponerandi. Men hvør veit. Kanska Paul Jewell kann venda skútuni?

 

Dystirnar um vikuskiftið eru:

Arsenal-Birmingham

Aston Villa-Reading

Bolton-Blackburn

Chelsea-Tottenham

Derby-Wigan

Everton-Man City

Man Utd.-Newcastle

Middlesbr.-Liverpool

Sunderland-Portsmouth

West Ham-Fulham