Theodor Olsen prestur í Kvívík

Frá 1. januar til 31. mars 2008 røkir Theodor E. D. Olsen starvið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi við sæti í Kvívík. Hann avloysir Marjuna Bæk, sum fer í lestrarfarloyvi hesa tíðina.

Theodor, sum er úr Hoyvík, er gudfrøðingur frá universitetinum í Keypmannahavn og hevur gingið á pastoralseminarium í heyst.


Hann verður prestvígdur og innsettur í Kvívíkar kirkju sunnudagin 6. januar.