Theresa May vil hava val 8. juni

Theresa May fer í morgin at leggja fram eitt uppskot um nýval í Bretlandi, ið skal haldast tann áttanda juni í ár.

 

Ein lóg frá 2011 sigur, at frá 2015 at rokna, skal eitt parliament sita í fimm ár. Um so er, at nýval skal skrivast út, so skulu tveir triðingar av tingfólkunum taka undir við tí. Tí fer Theresa May at leggja fram eitt uppskot um nýval fram í morgin.

 

At Theresa May skrivar út val nú, kom óvart á tey flestu. Sjálv segði hon, at orsøkin er, at eftir fólkaatkvøðuna, ið staðfesti, at bretska fólkið vil úr ES, hevur so nógv politiskt órógv verið í Bretlandi, at tíðin var nú búgvin til eitt nýval.

 

Theresa May segði, at andstøðuflokkarnir í Bretlandi, Labour, SNP og Liberalu Demokratarnir, høvdu í fleiri mánaðir funnist at stjórnini í teirra arbeiði í samband við Brexit. Nú fær andstøðan so í einum vali, møguleika at vísa hvat teir kunnu bjóða fram, segði Theresa May.

 

Konservativi flokkurin hevur ein lítlan meirluta í bretska parliamentinum, ið telur 330 av 650 limum. Teir hava klára seg væl í veljarakanninginum í seinastuni og nógv bendir á, at flokkurin kann økja um sín meirluta, um val verður skjótt.
Tað hóvar sjálvandi ikki andstøðu flokkunum væl, men eygleiðarar í Bretlandi ivast í, um teir kunnu siga nei til eitt val, nú teir fáa tað boðið. Eisini hóast veljarakanningar ikki geva teimum besta úrslit beint nú.