Fraklendingurin Thierry Henry hevur valt sum 37 ára gamal at gevast sum fótbóltsspælari. Hann hevur umboðað feløg sum Monaco, Juventus, Arsenal, Barcelona og New York Redbull, umframt at hann er evropa- og heimsmeistari við franska landsliðnum.
Les eisini: Henry givin í New York
Hann boðaði frá fyrr í ár, at hann gavst í amerikanska felagnum New Your Redbull. Í dag boðar Sky Sports frá, at Thierry Henry verður partur av fótbóltspanelinum hjá sjónvarpssøðini hjá Sky Sports.
Thierry Henry byrjaði sína yrkisleið í Monaco, har hann spældi fram til 1999. Tá hevði hann vunnið franska meistaraheitið og HM við Fraklandi. Tá keypti italska Juventus skjóta og sterka vongin, men tað bleiv bara til eitt hálvt ár og trý mál í Torino.
Tá keypti Arsenal fraklendingin og umskúlaði ferðmikla spælaran til áleypara. Tað skuldi vísa seg at verða eitt gott hugskot. Hann spældi 376 dystir fyri Arsenal og skoraði 228 fyri felagið í tveimum førum. Hann vann Premier League tvær ferðir og FA Cup tríggjar ferðir.
Í 2007 skifti hann til Barcelona, har hann við 49 málum var við til at vinna alt frá La Liga til Champions League til FIFA World Club Cup og alt har í millum. Í 2010 fór hann til New York Redbull, har hann so spældi til endan á hesum kappingarárinum.
Av teimum yvir 400 málunum, sum Thierry Henry hevur skorað, eru tvey av teimum skorað móti Føroyum. 11. oktober 2006 skoraði hann eitt mál í 5-0 sigrinum á Føroyum á Stade Auguste Bonal leikvøllinum í Montbéliard. Eitt ár og tveir dagar seinni skoraði hann á Tórsvølli, tá Frakland vann 2-0.
Thierry Henry fer í søguna, sum ein tann besti spælarin nakran í Ptemier League, har hann hevði sínar bestu dagar við Arsenal. Eina kappingarárið tapti Arsenal ikki ein tann einasta dyst.
Yrkisleið:
1994-1999: Monaco 141/28 (Dystir/mál)
1999: Juventus 19/3
1999-2007: Arsenal 369/226
2007-2010: Barcelona 121/49
2010-2014: New York Redbull 135/52
2011-2012(Útleigaður): Arsenal 7/2
Samanlagt: 792 dystir og 360 mál
Landslið:
1997-2010: Frakland 123/51