Thomas Frank: Hesi stóru keypini eru ikki "Financial Fair Play"

Danski høvuðsvenjarin hjá Brentford heldur ikki, at tað er í lagi, at størri feløgini í Premier League brúka so nógvan pening uppá at keypa leikarar

Er tað nakar høvuðsvenjari í Premier League, ið hevur gjørt tað framúr uttan at hava teir flestu pengarnir at rutta við, so er tað danski høvuðsvenjarin hjá Brentford, Thomas Frank. 

 

Fríggjadagin fanst Thomas Frank harðliga at peninganýtsluni hjá teimum størru Premier League feløgunum, ið hava seinasta mánaðin keypt leikarar til eina upphædd, ið svarar til 6,5 miljardir krónur í okkara peningi. Bara Chelsea hevur brúkt eina upphædd uppá 2,5 miljardir krónur í okkara peningi. 

 

- Tá ein nýtir orðið: "Financial Fair Play", og sær tær upphæddirnar sum feløgini brúka, so er hetta als ikki í ordan. Mær hevði dámt væl um tað var onkur, ið kundi avmarkað hetta eitt sindur. Eg haldi tað hevði verið gott fyri Premier League, og fyri tær evropeisku kappingarnar, segði Thomas Frank. 

 

Thomas Frank kann siga slíkt við góðari samvitsku, tí Brentford er millum feløgini í Premier League, sum hava brúkt minst av peningi í samband við keyp av leikarum farna mánaðin.