Thomas Juul var tískil beiggi Stinu hjá Sámal á Kák, sum varð umrødd í seinasta parti.
Hann giftist við Elisu Bergittu Joensen (1866-1941) av Langasandi. Foreldrini hjá henni vóru Johanna Sofia Pouldóttir f. 1827 úr Mykinesi og Joen Joensen f. 1824 av Langasandi, har hann var bóndi. Hann festi í 1853.
Elisa Bergitta og Thomas Juul fingu børnini:
Joen Zacharias Marius
f. 1896
Johanna Sofía Poulina
f. 1897
Johan Eli Sofus f. 1899.
Frits Bernhard Juul f. 1903
Abraham John f. 1904
Sára Maria f. 1906
Valdur í stýrið fyri Meinigheitshúsið
Thomas Juul var virkin í Meinigheitshúsinum. Hesum greiðir Johannes Andreas Næs frá í síni áhugaverdu bók um Meinigheitshúsið í Havn.
Tað varð í 1896, at farið var undir at byggja Meinigheitshús í Havn. Tá var hetta ætlað at vera eitt samkomuhús hjá kirkjuliðnum í Havn. Tað var ikki fyrr enn seinni, at tað gjørdist partur av virkinum hjá Heimamissiónini.
Í 1907 verða gjørdar nýggjar viðtøkur um val av stýri. Fyrsta val eftir hetta var í 1908. Sambært viðtøkunum skuldi helvtin av limunum veljast av nýggjum í hálvum valskeiðinum. Hetta varð gjørt í februar 1911.
Valdir vórðu tá Justinus Sivertsen, uppsitari, V. Ryving-Jensen, navigatiónslærari og Thomas Juul Michelsen, arbeiðsmaður.
Hetta var ein tíð, tá tað ikki gekk so væl í Meinigheitshúsinum. Tað var trupult at fáa talarar og tað kom lítið av fólki til fundirnar. Hetta komst av stríði um, hvørt leikmenn kundu bera orðið fram ella ikki.
Her kunnu verða nevnd nøkur dømi um, hvat gekk fyri seg í nevndini, meðan Thomas Juul var limur.
Á fundi 24. apríl verður viðtikið at gera kaminu í húsinum og at seta upp ein kolovn. Valdemar Lützen hevði boðið sær til at lata tilfarið til kaminina ókeypis. Tað kann verða nevnt her, at Thomas Juul arbeiddi í fleiri ár hjá Valdemar Lützen.
Eisini varð samtykt at heita á prestin, at sunnukvøldsmøtini í meinigheitshúsinum verða kunngjørd í kirkjuni. Eisini skuldi heitast á Dimmalætting at lýsa møtini ókeypis. Tað hevur verið gjørt til dagin í dag.
13. september varð samtykt at lata Johanne Johansen kr. 50 um árið fyri at gera reint og kyka sunnudagar í nýggja kolovninum.
Eisini varð samtykt at nokta læraraskúlanæminginum Poul Joensen úr Bø at lána orglið at venja seg við. Poul Joensen var limur í KFUM og nevndarlimur har, og prestinum líkaði ikki KFUM arbeiðið.
Tað sæst ikki, at Thomas Juul hevur havt fleiri skeið í nevndini.
Óførur at syngja
Jógvan Waagstein hevði hesi minningarorð um Thomas Juul:
Den 13. Juli døde Thomas Juul Michelsen. I de sidste 10-12 Aar havde hans Helbred været saaledes, at han ikke kunde deltage i praktisk Arbejde, og han kom derfor sjældent udenfor sit Hjem. Michelsen var en stille, beskeden Mand, der ikke trængte sig paa, men som der ofte blev tyet til. Omkring 40 Aar var han den mest trofaste indenfor Thorshavns Menighedsliv. I Menighedshuset og ved Begravelser var Michelsen den Mand, der ledede Sangen. Michelsen var særdeles musikalsk og havde en sjælden fin Sangstemme, elskede Sang og Musik og havde den rette Sangglæde. Med sin naturlige og ædle Sang glædede han de mange. En prægtig Tenor, der ganske sikkert ude i de store Forhold og ved en god Uddannelse vilde have opnaaet en betydelig Plads. Men om han ikke naaede det, saa var han lykkelig ved at være med i Sangen herhjemme, i Sangforeningen, i Menighedssangen, i Sorg og Glæde.
Økonomisk bragte Sangen ham ikke noget. Heller tør vi sige, at han tabte mangen Dagløn ved saa ofte at forlade sit Arbejde for at synge ved Begravelser. Hr. Michelsen var en blandt de faa, om hvem Digteren siger: »Giv, giv mange, giv i blinde, husk paa, du skal forsvinde.« Det bedste gav han sit Hjem. Sangen blev her samlingsmærket. Et lykkeligt Hjem, hvor sund religiøs Trang og Afholdenhed blev Mærkepæle i Familielivet. Sønnerne har i høj grad arvet Faderens Sangevner og er kendte som Foregangsmænd inden for Sang- og Musiklivet i Thorshavn.
Thomas Juul Michelsen vil vi mindes med Ærbødighed og Tak af mange i vor By.
Thorshavn, den 20. Juli 1940
J.W.
Jákup Mikal, pápi Gunnar Mikkelsen, var tvíburabeiggi Thomas Juul. Hann var eisini virkini í sanginum. Thomas Juul var eisini virkin í avhaldsfelagnum í Havn saman við nógvum øðrum gomlum Havnarmonnum.
Thomas Juul doyði á føðingardegnum hjá konuni. Tað gekk ikki eitt hálvt ár, tá fór hon aftaná.
Grein nr. 175
Hetta er grein nr. 175 í hesi røð. Tískil er hon blivin nógv drúgvari enn droymt varð um, tá ið hon byrjaði.
Hon umfatar eisini munandi fleiri fólk enn hetta tal av greinum. Nógvar greinir umfata fleiri gravsteinar og nógvir steinar viðvíkja fleiri fólkum.
Tí kann sigast, at henda langa røðin viðvíkir ein hampiliga stóran part av tí fólki, sum hevur búð í Havnini seinnapartin av 19. øld og fyrra partin av 20. øld.
Nú fer sjálvsagt at minka við tilfari, men enn er tilfar til í minsta lagi 10-15 greinir afturat.
Hetta er rúgvismikið tilfar. Tilsamans verður talan um meira enn 500 tekstsíður, umframt fleiri hundrað myndir.
Tey eru nógv, sum hava spurt, um ætlanin ikki er at geva hetta tilfar út í bók. Tað kundi væl hent.
Men tað kann tó nevnast, at tað er beint útkomin ein bók og í komandi viku kemur ein onnur bók út við forvitnisligum frásagnum um fólk, sum liggja grivin í kirkjugarðinum undir Svínaryggi.
Onnur er um Daniel J. Danielsen, kallaður Dollin, sum skapti søgu í Congo við at vera beinleiðis orsøkin til, at Leopold II kongur í Belgia mátti geva Congo frá sær sum sína persónligu ogn í 1908.
Hin bókin er um Petur Alberg, sum skapti søgu í Føroyum millum annað við at gera lagið til tjóðsangin Tú alfagra land mítt.
Um nakar veit meira um teir gravsteinar, sum ikki eru umrøddir enn vil eg fegin frætta. Havi tlf. 31579/285769 ella teldupost: [email protected]
Komandi partar verða um tey av Mortensenfólkunum av Argjum, sum eru »umboðað« í kirkjugarðinum