Thomas Miezan skoraði í fyrsta dystinum fyri FCK

Útisetar: 16 ára gamli Thomas Bjørn Svenningsson Miezan skoraði í fyrstu royndini sum U17 spælari hjá FCK

Mynd: (FCK)

16 ára gamli Thomas Bjørn Svenningsson Miezan skoraði í fyrstu royndini sum U17 spælari hjá FCK. Fríggjadagin spældi FCK fyrsta dystin í nýggja kappingarárinum í U17-elitukappingini.

 

FCK vann 4-0 á Randers FC. Millum málskjúttarnar var 16 ára gamli Thomas Bjørn Svenningsson Miezan. Hann bleiv skiftur inn í 64. minutti og skoraði til 4-0 í 86. minutti. Hann gongur nú á skúlanum hjá FCK, har fótbóltur og skúli verður samantvinnaður.

 

Thomas Bjørn Miezan hevur spælt við HB, men er seldur til FCK og fór til Danmarkar um hálvan juli. Síðani hevur hann eisini verið til NM við U17-landsliðnum, har hann skoraði sigursmálið móti Norðurírlandi, tá U17-landsliðið vann 1-0.

 

Mynd: (FCK)