Thomas Pauli Jacobsen 80 ár

10. februar fylti Thomas P. Jacobsen í Havn 80 ár. Tummas er føddur í Nólsoy, sonur Clement og Petru Jacobsen. Hann er fjórðelst av 11 systkjum, og eru tey nú bert trý eftir á lívi.

Í 1939, júst fyltur 15 ár, fór Tummas til skips við "Sea King", og har byrjaði hansara lívsleið sum sjómaður.

Í 1940 fór Tummas til Grønlands við "Miguenette". Heimafturkomin fór hann at rógva út, men í 1944 fór hann aftur til sjós við "Miguenette". Í 1945 fór hann aftur við "Sea King" (seinni Norðstein).

Tummas tók setiskiparaprógv í 1946. Haðani fór hann við "Vesturleið" sum bestimaður, til hann í 1948/49 tók longdina.

Í 1949 var Tummas við "Jórun" sum bestimaður, men sama ár gjørdist hann medeigari av "Grønlandsfarinum", og fór við har sum bestimaður. Seinni gjørdist Tummas skipari á "Grønlandsfarinum".

"Grønlandsfarið" fórst í Grønlandi í 1953, so árið eftir róði hann út í Grønlandi. Í 1955 var Tummas skipari við "Royndini" og í 1956 bleiv hann stýrimaður við "Hólmi", sum hann átti í.

Í 1959 fór Tummas aftur upp á skúla at taka nýggja skiparaprógvið.
Frá 1960 og til fyrst í sjeytiárunum var Tummas skipari á "Hólmi". Í sjeytiárunum sigldi hann sum supercargo fyri Fiskasøluna, umframt at hann í seinnu helvt av sjeytiárunum av og á sigldi sum skipari á farmaskipum hjá Star Shipping.

Tummas legðist endaliga uppi á land í 1979, og arbeiddi hann í nógv ár hjá Tórshavnar Havn. Seinastu árini, áðrenn pensiónsaldur, arbeiddi hann á Bacalao.

Tummas hevur altíð verið sjómaður av náttúr, og hevur hann eisini roynst sum sannur álitismaður á sjónum. Útróðrarmaður er hann av teimum bestu, so árini síðani hann gavst at sigla, hevur hann verið ótaldar roktúrar við 10-mannafarinum "Borðini". At Tummas er framúrskarandi veiðimaður eru ótaldu lundabyrðurnar, hann hevur veitt í Urðini í Nólsoy, besta dømi um.
Tummas er góður telvari, og hevur hann havt talv sum frítíðarítriv meginpartin av ævi síni.
Tummas giftist í 1958 við Sigbjørg Hansen, eisini úr Nólsoy. Tey eiga tvær døtur, Janet, gift Hentze og býr í Danmark og Eydnu, gift Djurholm, hon býr í Hoyvík. Tummas og Sigbjørg eiga 4 barnabørn.
Tummas er vertskapsmaður, og eru hann og Sigbjørg stak fryntlig at vitja. Eisini telist Tummas millum teirra, sum hevur havt sum aðalmál at svara hvørjum sítt og annars at seta tering eftir nering. Hesin hugburður hevur eyðkent aldrandi ættarliðið, sum eigur heiðurin av, at vit liva í einum tryggum samfelag.
Tummasi verður ynskt hjartaliga tillukku við áttatiára degnum.