Arbeiðið at byggja tvey nýggj skip til Thor í Hósvík, er nú byrjað.
Skipini verða bygd í Besiktas í Turkalandi og Poul N. Laksáfoss av Thor, hevur nú verið niðri í Turkalandi og trýst á knøttin, sum setur stálarbeiðið ígongd, sigur Thor í tíðindaskrivi.
Frammanundan byggir Thor tvey skip á somu skipasmiðju, so í løtuni hevur felagið fýra skip á gerð í Turkalandi.
Tað fyrsta av skipunum, sum øll eru til oljuvinnuna, verður handað eigarunum í juli og hini trý verða so handað við tríggja mánaða millumbili.
Men harafturat hevur Thor framíhjárætt til fýra skip afturat á somu skipasmiðju, og ger Thor av at byggja tey, skulu tey handast reiðaríðnum í 2015 og 2016.
Á myndini er tað Poul N. Laksáfoss, vinstrumegin, og turkiski skipasmiðjustjórin, sum seta arbeiðið ígongd.