Handverksvinna
Eitt av skipunum hjá reiðarínum Thor í Hósvík, Thor Chaser, sum hevur sítt virksemi í oljuvinnuni, stendur í hesum døgum á bedingini hjá Klaksvíkar Sleipistøð.
Aksilin skal úr skipinum, og ætlandi skulu skrúvubløð eisini skiftast. Skipið er annars til vanligt viðlíkahald, har tað er málað uttan-og innanborða.
Bedingin á Kósaskákinum, sum staðið norður ímóti Kósavirkinum verður rópt, kann taka skip upp á vognin, sum í mesta lagi viga 800 tons.
Finnur Jacobsen, sum er fíggjarleiðari á Klaksvíkar Sleipistøð, sigur, at Thor Chaser er millum tey størru skipini, sum teir hava havt uppi á bedingini.
- Vit hava eisini havt ídnaðarskipið, Bettinu, uppi, og tá brakaði eitt sindur í bedingini, sum hann tekur til.
Tað hendi tó einki við gomlu bedingini, sum hevur sín uppruna heilt aftur til 1928.
Øll línuskipini
Finnur sigur, at línuskipini í Klaksvík eru ikki størri enn tað, at tey øll kunnu takast upp á bedingina.
- Jákup B er eitt sindur longri enn hinir bátarnir, men hann er heldur eingin trupulleiki.
Fíggjarleiðarin sigur, at flestu línubátarnir, sum eru heimahoyrandi í økinum, javnan verða tiknir upp á Klaksvíkar Sleipistøð til botnreinsingar, máling og skift av sinki.
Í Klaksvík liggja tvær bedinginar lið um lið, men tann innara, Klaksvíkar Skipasmiðja, er nógv minni enn hin ytra.
- Her norðuri verður Klaksvíkar Sleipistøð vanliga rópt bedingin, meðan hin verður rópt lítla beding, sigur Finnur.
Á Klaksvíkar Sleipistøð arbeiða einir 20-25 mans, harav nógv teir flestu eru maskinarbeiðarar og taka sær av maskinumvælingum og umvælingum av spølum og øðrum.
Mest maskinarbeiði
- Vit gera bæði stál-og timburarbeiði, og hóast seinasti skipstimbrarin var útlærdur á Klaksvíkar Sleipistøð einaferð í sekstiárunum, eru kortini einir tveir skipstimbrarar framvegis í arbeiði á bedingini, sigur Finnur Jacobsen.
Umframt arbeiði, sum gjørt verður,
meðan skipini standa á bedingini, arbeiða menninir eisini umborð á skipum, sum liggja við bryggju.
- Vit hava verið nógv umborð á skipunum her norðuri, og vit hava eisini verið umborð á skipum hiðani úr økinum, sum hava ligið aðrastaðni enn í Norðoyggjum.
Finnur Jacobsen sigur, at menn hjá Klaksvíkar Sleipistøð enntá hava verið umborð á trol-og nótaskipinum, Norðborg, meðan skipið hevur ligið í Íslandi.
Betraðir møguleikar
- Nú vit hava fingið fast samband við meginøkið, er einki til hindurs hjá okkum at arbeiða umborð á skipum, sum liggja aðrastaðni enn í Norðoyggjum, sigur fíggjarleiðarin á Klaksvíkar Sleipistøð.
Finnur Jacobsen heldur, at eitt ávíst pontentiali liggur í, at fast samband nú er um Leirvíksfjørð.