Thor handað nýtt skip í dag

Føroyska reiðaríið Thor fekk á hátíðarhaldi í Turkalandi í morgun handað eitt nýtt skip

Føroyska reiðaríið Thor fekk á hátíðarhaldi í Turkalandi í morgun handað eitt nýtt skip. Nýggja skipið hevur fingið navnið M/V Thor Frigg.


Til staðar til hátíðarhaldið í Besiktas vóru umboð fyri reiðaríið og innbodnum, og var tað Sigvør B. Johannesen, ið fekk heiðurin at doypa skipið. Sigvør er kona ein av eigarunum av Thor, Gunnbjørn Joensen.


Talan er triðja skipið í røðini av fýra nýbygningum hjá felagnum, sum eru serútgjørdir til fleirtáttaðar tænastur fyri seismikkskip. 


Felagið upplýsir í tíðindaskrivi, at nýggja skipið ruddar slóð fyri nýggjum tænastamøguleikum hjá felagnum.